Ársfrágreiðing hjá Føroya Arbeiðsgevarafelag

02. juni. 2014 | Tíðindi | Almenn tíðindi

Í sambandi við aðalfundin hjá Føroya Arbeiðsgevarafelag mikudagin 28. mai varð ársfrágreiðing felagsins fyri 2013 løgd fram. Í hesi ársfrágreiðingini verður dentur lagdur á trý evni: Marknaðaratgongd, gjøld á vinnuna og møguleikarnar hjá byggivinnuni í Føroyum.

Í ársfrágreiðing Føroya Arbeiðsgevarafelags er eins og undanfarin ár gjørt eitt yvirlit yvir gongdina í ymiskum týðandi vinnugreinum. Somuleiðis nýtir felagið høvið at gera vart við síni sjónarmið á ymiskum økjum, sum hava týdning fyri vinnuna. Undanfarin ár hevur fokus verið sett á m.a. tørvin á nýskipan av skattaskipanini, atgongd til arbeiðsmegi, fólkaflyting og fólkavøkstur, burðardygga fiskiveiðu og lønsemi í fiskivinnuni.

Í hesi ársfrágreiðing fyri 2013 nýtir Føroya Arbeiðsgevarafelag høvið at greiða frá sínum sjónarmiðum um, hvørjum viðurskiftum neyðugt eisini er at geva gætur komandi tíðina. Hetta verður gjørt fyri at skapa kjak um loysnir fyri føroyska samfelagið, soleiðis at vit fáa eitt gott og sterkt grundarlag undir tí búskaparvøkstri, sum væntandi er á gáttini.

Tað eru óivað onnur viðurskifti, sum kundu verið tikin upp, men Føroya Arbeiðsgevarafelag hevur í ár valt at seta sjóneykuna á trý evni undir hesum yvirskriftum:

  • Tilfeingisgjald á fiskivinnuna og loyvisgjøld á alivinnuna

  • Vit mugu seta fokus á marknaðaratgongd

  • Føroysk byggvinna – ein vinna við stórum møguleikum

Les meira í ársfrágreiðingini hjá Føroya Arbeiðsgevarafelag her.

Komandi vikurnar verða greinar við støði í ársfrágreiðingini lagdar á heimasíðuna.

Annað á breddanum

  1. Frídagar um páskirnar

    Skírisdagur, langi fríggjadagur og 2. páskadagur eru heilir frídagar

    14. Apríl. 2025
    3 (3)
  2. Magnus Magnussen heldur fram sum formaður

    Nevndin í Føroya Handverksmeistarafelag hevur skipað seg

    14. Apríl. 2025 | Handverk og ídnaður
    Billede1 (3)
  3. Semja gjørd við Flogskiparafelag Føroya

    Føroya Arbeiðsgevarafelag og felagið fyri flogskiparar hava gjørt nýggjan tvey ára sáttmála

    14. Apríl. 2025 | Arbeiðsmarknaður
    Flogskiparafelag Føroya