Ársins Átak 2009

25. september. 2009 | Tíðindi | Almenn tíðindi

Í skipanini fyri val av ársins virki, verður sagt, at umframt at velja ársins virki kann dómsnevndin gera av at heiðra virki ella persón, sum hevur gjørt serligt átak, ið kann gagna vinnuligum framburði. Nevndin hevur gjørt av at nýta henda møguleika eisini í 2009.
Seinastu árini er rættiliga nógv gjørt burtur úr samleikanum hjá føroyskum virkjum og stovnum. Hetta er at fegnast um, tí tað ber prógv um fyritøkur, ið inneftir eins væl og úteftir brynja seg í kappingini um jaliga áhugan hjá viðskiftafólki, íleggjarum, myndugleikum, ja almenninginum sum heild. Alt gerst lættari í samvinnu og samvirki, um allir partar frá byrjan hava eina jaliga hugsan um hvønn annan, og innanhýsis virka vit fyri at liva upp til tann samleika, vit kenna og ynskja at onnur kennast við okkum sum.
Men tað eru ikki bara fyritøkur og stovnar, ið vilja herða tilvitskuna um samleikan. Tað er eisini vorðin almennur politikkur, ikki minst í ferðavinnuhøpi og at gera okkum sum land áhugavert at gera íløgur í. Dómsnevndin kundi sjálvsagt valt at tikið fram okkurt av hesum mongu tilvitaðu samleika­tiltøkum, men hevur valt at heiðra eitt átak, sum er meira fólksligt, og – hevur tað víst seg – tykist at hava breiða, jaliga undirtøku í landinum. Sjálv heldur dómsnevndin, at her er ein tilgongd byrjað við mongum áhugaðum uppi í, sum fer at gagna vinnuligum framburði og ikki minst gera okkara samfelag ríkari og meira áhugavert at liva í.
Tilgongdin hevur verið long og við hvørt trilvandi, og tey mongu sum hava borið hana fram, hava ikki skúmað nógvan róma oman av, men eru heldur at meta sum idealistar, hugsjónarfólk, ið undir truplum umstøðum berjast hvønn dag fyri sínum ætlanum. Úrslitið er kortini, at vit dag um annan fáa prógv um, hvussu ríkt okkara tilfeingi er og hvussu áhugaverd okkara mentan er á hesum øki, um vit gera tað møguligt hjá okkara besta fakfólki og áhugaðum leikfólki og veitarum av okkara forkunnugu rávørum at bjóða okkum og gestum okkara sínar tænastur á vinnuligari grund.
Tað ber ikki til at nevna øll tey mongu, sum millum ár og dag hava verið uppi í og stuðlað hesari tilgongd, sum er við at menna okkara errinskap og samleika sum veitara av tí mest forkunnuga og spennandi mati á okkara heimligu matstovum. Mati gjørdum úr føroyskari rávøru við føroyskum urtum og tí serføroyska, ið útlendskir matkennarar halda vera í heims­klassa.
Í hesari tilgongd eru Føroyar vorðnar kendar á fremstu matstovum í heiminum og ikki bara í okkara heimsparti, og føroyskir kokkar eru virknir í norðurlendskum samstarvi um mat­kynstur á hægsta stigi. Matstovur okkara eru farnar at kappast um at kunna bjóða nýggjar rættir og smakkir úr ymiskligari føroyskari rávøru, og fleiri tiltøk hava verið gjørd at fáa matfrøi og matfrøði upp í breiðan ljósmála, ja, sjálvt at fáa hjalssnapsin til forkunnugan durasnaps.
Alt var tí kanska búgvið til tað átak, sum dómsnevndin hevur valt at heiðra. Men onkur skuldi taka stigið til væleydnaða matfestivalin, ið varð hildin í Havn 22. august ár, og Mortan í Hamrabyrgi var stigtakarin, sum vit um eina løtu fara at biðja koma upp her, at taka ímóti silvurlittu stand­myndini fyri ársins átak 2009.
Samanumtikið er Matfestivalurin valdur sum Ársins Átak, tí matfestivalurin:
- er ein kærkomin sýnisgluggi hjá framleiðarum av føroyskum rávørum á bygd og í býi
- er við til at økja tilvitanina hjá vanliga føroyinginum um føroyskar rávørur og tað margfelda ríkidømi, ið her er, og hann
- er við til at økja áhugan fyri føroyskari matlist og matstovumentan, grundað á føroyskar rávørur.

Ein fortreyt fyri at vera ein góður seljari er, at ein kennir og virðir ta vøru, ið ein selur. Vit føroyingar "selja" okkara land hvønn dag. Matfestivalurin er við til at økja okkara kunnleika, áhuga og virðing fyri føroyskum rávørum, mati og matlist. Og hann kann vónandi vera við til at lata eyguni upp fyri enn fleiri møguleikum at nýta føroyskar rávørur.

Alt hetta er til gagns fyri trivnaðin hjá okkum føroyingum, til gagns fyri áhugan fyri Føroyum sum ferðamannaland og til gagns fyri áhugan hjá útlendingum at keypa okkara útflutningsvørur.

Valið av Matfestivalinum skal síggjast sum ein heiður til øll tykkum, ið framleiða føroyskar rávørur, og til øll tykkum innan matstovu-, ferðamanna- og útflutningsvirksemi, ið dagliga leggja dent á føroyskar rávørur og hjúkla um dygdina og tað serliga í teimum.
Dómsnevndin hevur tí ikki ivast í at valt at heiðra átakið Matfestivalurin 2009 og Mortan í Hamrabyrgi, stigtakara til henda festival, sum ársins átak 2009.

Annað á breddanum

  1. Gleðilig jól og gott nýggjár

    Við tøkk fyri tað brátt farna árið, ynskir Føroya Arbeiðsgevarafelag øllum sínum limum og samstarvsfeløgum eini gleðilig jól og eitt gott nýggjár

    16. Desember. 2024 | Almenn tíðindi
    Jól
  2. Lærupláss: Ein spennandi og møguleikarík leið

    Í farnu viku skipaði Føroya Handverksmeistarafelag fyri einum afturvendandi kunnandi tiltaki fyri næmingum á NámX. Tiltakið, ið hevur til endamáls at vísa á týdningin av læruplássi sum næsta stig í yrkisleiðini, savnaði uml. 100 næmingar, ið fingu eitt spennandi innlit í, hvat krevst fyri at sleppa í læru.

    16. Desember. 2024
    20241211 102219
  3. Lógaruppskotið um Suðuroyartunnil ikki nóg búgvið at leggja fyri Løgtingið enn

    Føroya Arbeiðsgevarafelag fegnast um, at politiska skipanin hevur tikið stig til at fyrireika eina langtíðarloysn fyri flutning til og úr Suðuroy. Lógaruppskotið er tó ikki nóg búgvið at leggja fyri Løgtingið enn

    16. Desember. 2024 | Almenn tíðindi
    Depositphotos 11083879 L