Ársins Átak 2010

01. oktober. 2010 | Tíðindi | Almenn tíðindi

Fyri løtu síðan var Ársins Átak almannakungjørt á Vinnudegnum, sum var hildin í Norðurlandahúsinum í dag. Grundgevingin hjá dómsnevndini var hendan.

Í skipanini fyri vinnudegnum, herundir val av ársins virki, verður sagt, at umframt at velja ársins virki kann dómsnevndin gera av at heiðra virki ella persón, sum hevur gjørt serligt átak, ið kann gagna vinnuligum framburði. Nevndin hevur gjørt av at nýta henda møguleika eisini í 2010.
Ger okkurt annað, ger okkurt nýtt, ger okkurt vilt!
Vilt tú hava eydnuna við tær, vilt tú geva tínum viðskiftafólki tað forkunnuga og vilt tú gera lívið ríkari hjá tær og teimum tú virkar saman við, kann tað illa sigast betri. Hetta er uppskrivtin til framburð.
Tað er kanska í so banalt at koma við tí øvugta.
Ger tað, sum tú ert vanur at gera, tað sama og endiliga líka so keðiligt, sum í gjár og fyrradagin. Tá vekur tú ongan og veitst teg rímuliga tryggan. Gaman í situr tí í einum minkandi fati, har tú bara skalt ansa eftir, at onnur bera minkingina, ella í hvussu so er lutfalsliga líka nógv av henni, sum tú ber. Tú ert tryggur við, at politiska skipanin tekur atlit til tíni áhuga­mál, og tí kanst tú bara bíða og annars lata fjølmiðlarnir gera vart við avleiðingarnar av tínum missi av minkandi fatinum. Tær nýtist ikki at hugsa um kundan. Hann kennir teg, longu sum er, sjálvt um hann kanska er ein orsøk til minkingina.

Men vit vita, at tað eru tey, sum gera okkurt annað, gera okkurt nýtt og gera okkurt vilt, ið skapa framburð og nýggjar møguleikar. Tey síggja stóra og fjølbroytta tilfeingið í fólki, í náttúru og í samfelagi, sum liggur óbrúkt og mest sum rópar eftir at verða gagnnýtt til frama fyri ein stóran hóp av brúkarum inni sum úti, heima í Føroyum og útlendis. Tey tora at bjóða hetta tilfeingi fram saman við teimum, sum best varða av tí, og tey tora at fáa øll hesi, sum varða av at sam­starva at gera tað nýggja so áhugavert sum gjørligt fyri brúkaran og laga tað eftir ynskjunum hjá honum.

Átakið 2010 er ein fyrimynd fyri okkum øll – uttan mun til, hvar vit eru, og hvat vit gera. Átakið er ein staðfesting av, at trúgvin uppá, at tað ber til at fáa virksemi í lag – eisini uttan fyri høvuðsstaðin – gevur úrslit. Hetta er gott, vísir áræðið og álit á egin evnir.
Hesi, sum gera okkurt annað, nýtt og vilt, eru til alla lukku ikki so fá í Føroyum. Tey starvast inni á fyri­tøkum, á stovnum, í felagsskapum og sum sjálvstøðug. Tey tora í størri og minni muni og eru til fyrimyndar fyri okkum øll. Millum hesi mongu, sum við sínum átøkum gagna vinnu­ligum framburði, sær sjálvum og sínum øki til gleði, hevur metingarnevndin valt at heiðra tað átakið, sum kanska hevur torað mest. Nevniliga við at kalla seg VILT.

Átakið, sum er skipað sum smápartafelag, er skjótt trý ára gamalt, við heimstaði í Vági. Endamálið við átakinum er at skapa trivnað og at menna Suðuroynna – og fyri tann skuld landið alt – í ferðavinnu og upplivingarhøpi. Optimisman og hugurin til samstarv hevur verið smittandi, og týdningurin av átakinum ikki minst fyri Suðuroynna sæst fyri hvønn dag, eisini vinnuliga. Her verður skipað fyri útferðum, gongutúrum, vatnítrótti, skeiðvirksemi, eitt nú í team-building, linedance, rapelling, fiskitúrum og mongum øðrum, og alt bendir á, at tiltøkini, sum fleiri og fleiri einstøk og fyritøkur í Suðuroynni eru við í, gerðast fleiri. Átakið hevur gjørt Suðuroynna kenda í Føroyum og uttanlands, og virki og fyritøkur um alt landið og útlendskir bólkar koma til Suðuroyar at royna tiltøkini, og fara væl nøgd av oynni aftur.

Millum øll tey mongu góðu átakini í landinum, er dómsnevndin sannførd um, at hon hevur valt rætt (og ikki vilt) við at heiðra átakið VILT fyri sína undangongu og tí sum ársins átak 2010.

Annað á breddanum

  1. Gleðilig jól og gott nýggjár

    Við tøkk fyri tað brátt farna árið, ynskir Føroya Arbeiðsgevarafelag øllum sínum limum og samstarvsfeløgum eini gleðilig jól og eitt gott nýggjár

    16. Desember. 2024 | Almenn tíðindi
    Jól
  2. Lærupláss: Ein spennandi og møguleikarík leið

    Í farnu viku skipaði Føroya Handverksmeistarafelag fyri einum afturvendandi kunnandi tiltaki fyri næmingum á NámX. Tiltakið, ið hevur til endamáls at vísa á týdningin av læruplássi sum næsta stig í yrkisleiðini, savnaði uml. 100 næmingar, ið fingu eitt spennandi innlit í, hvat krevst fyri at sleppa í læru.

    16. Desember. 2024
    20241211 102219
  3. Lógaruppskotið um Suðuroyartunnil ikki nóg búgvið at leggja fyri Løgtingið enn

    Føroya Arbeiðsgevarafelag fegnast um, at politiska skipanin hevur tikið stig til at fyrireika eina langtíðarloysn fyri flutning til og úr Suðuroy. Lógaruppskotið er tó ikki nóg búgvið at leggja fyri Løgtingið enn

    16. Desember. 2024 | Almenn tíðindi
    Depositphotos 11083879 L