Ársins Átak á norðurlendskum Top 50 lista

04. mai. 2009 | Tíðindi | Almenn tíðindi

Ársins Átak 2008, fyritøkan Decision3, er mett at verða ein av teimum 50 mest áhugaverdu fyritøkunum at gera íløgu í innan sonevnda “Clean-tech”-økið. Henda meting er gjørd av fremstu íløgufeløgum í Norðurlondum.

Tað staðfestir frágreiðingin ”Nordic Cleantech Fifty”, sum júst er útkomin. Onnur feløg í sama bólki eru nýskapanar fyritøkan Danfoss AquaZ og HyWind, sum StatoilHydro eigur. Tískil er hetta enn ein álitisváttan til føroysku fyritøkuna – hesaferð frá íløgufeløgum sum BankInvest, Northzone Ventures og SustainableTechnology Fund.

Úrslit av virknum netverki
Cleantech er vorðið felagsheiti fyri virksemið, sum hevur til endamáls at minka um orkunýtslu og fyribyrgja veðurlagsbroytingum. Í samband við ráðstevnuna TransAtlantic Climate Conference seinasta ár, fjør fekk Bitland áheitan um at vísa á eina føroyska fyritøka, sum kundi verið millum 50 tær mest áhugaverdu innan Cleantech í Norðurlondum. Aftaná drúgvar eftirmetingar er norðurlendska metingarnevndin komin fram til, at Decision3 er millum tær mest áhugaverdu fyritøkurnar at gera íløgu í.

Decision3 húsast í Kleking vinnuframaskipanini í skrivstovufelagskapinum hjá Bitland. (Kelda. www.bitland.fo).

Annað á breddanum

  1. Gleðilig jól og gott nýggjár

    Við tøkk fyri tað brátt farna árið, ynskir Føroya Arbeiðsgevarafelag øllum sínum limum og samstarvsfeløgum eini gleðilig jól og eitt gott nýggjár

    16. Desember. 2024 | Almenn tíðindi
    Jól
  2. Lærupláss: Ein spennandi og møguleikarík leið

    Í farnu viku skipaði Føroya Handverksmeistarafelag fyri einum afturvendandi kunnandi tiltaki fyri næmingum á NámX. Tiltakið, ið hevur til endamáls at vísa á týdningin av læruplássi sum næsta stig í yrkisleiðini, savnaði uml. 100 næmingar, ið fingu eitt spennandi innlit í, hvat krevst fyri at sleppa í læru.

    16. Desember. 2024
    20241211 102219
  3. Lógaruppskotið um Suðuroyartunnil ikki nóg búgvið at leggja fyri Løgtingið enn

    Føroya Arbeiðsgevarafelag fegnast um, at politiska skipanin hevur tikið stig til at fyrireika eina langtíðarloysn fyri flutning til og úr Suðuroy. Lógaruppskotið er tó ikki nóg búgvið at leggja fyri Løgtingið enn

    16. Desember. 2024 | Almenn tíðindi
    Depositphotos 11083879 L