Ársins Átak – Røðan hjá Hera Schwartz Jacobsen, stovnara av Defined Energy

28. september. 2015 | Tíðindi | Almenn tíðindi

“Góðu vinir og vinnufólk!

Eg hevði fegin vilja verið í millum tykkum hendan stóra dag, men tá eg nú eri burturstaddur, so eri eg sera glaður fyri at mín stóra fyrimynd frá barnaárum av, pápi mín, kann umboða meg og felagið, sum hann hevur lagt so nógva orku í at fáa at hepnast.

Tað er við eyðmjúkleika og æru at eg vegna Defined Energy takki Vinnuhúsinum fyri heiðurin at verða kosið ársins átak. Eg bleiv veruliga rørdur, tá eg fekk viðurkennandi uppringingina frá Vinnuhúsium herfyri. Tað eru summar telefonsamrøður, sum hava størri týdning enn aðrar.

Og uttan mína kæru mammu, so hevði hugskotið og verkætlanin neyvan sæð dagsins ljós. Tað var bæði klókt og rætt av henni, at hon hevði at mær, tí eg lat ov nógv heitt vatn og orku frá brúsuni fara í rennuna, men hon hevur frá fyrsta degi heilhjartað stuðlað mær í allari tilgongdini og verið mær og pápa mínum hollur ráðgevi í allari fyrireikingini og pappírarbeiðinum, at gera hitavekslaran til veruleika. Og fleiri við teimum. Vit vita at tað mangan er langt á mál.

Takk fyri virkislýsingar, peningin til start-up og patentumsóknina, til uppbygging av fyrstu prototypuni og tey feløg, sum trúðu uppá hugskotið og váðan at skapa og byggja upp eina nýggja framleiðslu og vøru, sum kann fáa stóran vinnuligan týdning og verða ein góður bati til eina góða grøna framtíð her í Føroyum, og vónandi eisini í útlondunum.

Og takk góða, Annika, mín útvalda. Tí uttan moralskan uppbakning og smílandi móttøku eftir arbeiðstíð, so er sjálvt tann besta ætlanin at kalla deyðadømd.

Og allir vinirnir. Eisini teir sum ikki eru so kapitalsterkir, men sum allar tímar á døgninum hava verið klárir við eini hjálpandi hond, óteljandi arbeiðstímum, kreativum hugskotum - og sum veruliga eiga ein stóran part av framgongdini.

Men uttan tolnar íleggjarar var onki felag í dag. Og eg vil takka eigarunum, nevndini og leiðsluni sum nú mynda felagið, fyri at tey hava eitt stórt hjarta við í arbeiðinum og teimum spennandi ætlanum, sum vit í felag nú leggja fyri dagin.

At standa saman um eina góða ætlan er á allar mátar meira gevandi og hugaligt, enn í sjálvdrátti at skula gera undurverk.

Ofta tykist tað, sum tað eru hægri maktir, ið vísa veg. Eins og Pinoccio sum gekk síni fyrstu fótafet við hjálp frá mister Gepetto. Og til hugs renna mær orðini hjá John frá Salisburg, sum Ísakk Newton eisini gjørdi til síni: “Vit eru lítil sitandi á risaherum. Tað at vit røkka hægri og síggja longur er ikki tí at vit toyggja hálsin ella eygum okkara fyri at takka, men tí vit verða borin fram av einum mátti, ið er størri og sterkari enn vit sjálvi.

Eg eri takksamur at vera sloppin at seta í gongd eitt føroysk felag og eina framleiðslu, sum alsamt fleiri trúgva uppá. Og ikki minst, at tað í dag eru fólk við góðari orku, sum virka fyri at uppfinningin skal fáa týdning fyri Føroyar og heimin, vit øll eru partur av.

Gævi at eisini føroyingar kunnu hjálpa andadráttinum hjá vøkru bláu gongustjørnuni. At minni dálking og sparsemi av náttúrutilfeinginum kann gerast vørumerki hjá Defined Energy í framtíðini.

Takk fyri ta bláa stemplið á Vinnudegnum. Viðurkenningin er oftani tað besta amboðið hjá tí sum vil fremja góðar og gagnligar ætlanir í verki. Og í okkara føri vóni eg, at tað verður at fara út í stóru verð við hitavekslarinum í royndini at støvsuga luftina fyri Co2 útlát.

Túsund takk fyri heiðurin. Havið øll eitt hugnaligt og minningaríkt kvøld saman.“

Les eisini grundgevingina frá dómsnevndini her.

Annað á breddanum

  1. Starv sum samskiftisráðgevi til Vinnuhúsið

    Føroya Arbeiðsgevarafelag søkir eftir einum samskiftisráðgeva til Vinnuhúsið

    25. November. 2024 | Almenn tíðindi
    Ráðgevi2
  2. Hátíðarhald og diplomhandan í ferðavinnu í Vinnuhúsinum

    Týsdagin í farnu viku fingu næmingar í íverksetanar- og ferðavinnubreytini á NámX handað prógv í Vinnuhúsinum

    25. November. 2024 | Ferðavinna
    Námx 2
  3. LX International á vitjan í Vinnuhúsinum

    Í farnu viku vóru umboð frá Suðurkoreansku fyritøkuni, LX International, í Føroyum og kunnaðu seg um Føroyar og føroyskt vinnulív. Serliga var áhugin stórur fyri føroyskum makreli og laksi.

    25. November. 2024 | Samhandil
    Depositphotos 442622378 L