Ársins Virki 2008 er P/F ArtiCon

26. september. 2008 | Tíðindi | Almenn tíðindi

Á árliga Vinnudegnum, sum varð hildin í Norðurlandahúsinum í gjár, bleiv ArtiCon kosið til ársins virki 2008.

Grundgevingarnar hjá dómsnevndini vóru m.a., at ArtiCon hevur verið í støðugum vøkstri, og hóast fyritøkan bert hevur verið til í 7 ár, er hon longu millum tær størstu byggifyritøkurnar í landinum.

Harumframt var avgerðin grundað á, at felagið í einum hvørjum høpi setur dygd, trygd og trivna í hásæti, eins og dentur verður lagdur á starvsfólkamenning, sum ein natúrligur partur av menningini av fyritøkuni. Les grundgevingarnar frá dómsnevndini her.

Annað á breddanum

  1. NámX-næmingar fingu diplom í ferðavinnu

    NámX-næmingar fingu fríggjadagin diplom eftir níggju vikur við frálæru í ferðavinnu

    08. desember. 2025 | Ferðavinna
    IMG 5856
  2. Frávik frá føroyska málinum fær kalda móttøku

    Bæði Føroya Handverksmeistarafelag og Ráðgevarafelagið mótmæla uppskotinum um at loyva útboðum á øðrum máli enn føroyskum

    08. desember. 2025 | Almenn tíðindi
    Skærmbillede 2023 05 30 120113
  3. KT-vinnan setur útflutning á dagsskránna

    KT-vinnan savnast 16. desember fyri at seta útflutning av føroyskum KT-loysnum í miðdepilin og leggja kós fyri altjóða menning

    02. desember. 2025 | KT- og samskifti
    Vinnuhusid 4