Ársins Virki 2009

25. september. 2009 | Tíðindi | Almenn tíðindi

Við val av ársins virki skal metingarnevndin taka sína støðu út frá hesum krøvum:
-     Virkið skal hava víst framfýsni og áræði innan eitt nú útflutning, vørumenning, tøkni­frøði, útbúgving ella innan annað øki, og hetta skal eftir styttri áramál hava viðført menning og vøkstur,
-     Virkið skal hava verið støðugt/vaksandi, og dentur verður lagdur á fíggjarligt úrslit seinastu árini,
-     Virkið skal vilja trína alment fram sum vinnari av kappingini sum Ársins virki.
Fyrsta metingarkravið hjá nevndini byggir á ta sannroynd, at alt er í broyting, og at okkara framtíð veldst um, hvussu vit síggja hesar broytingar og møguleikarnar í teimum, og hvussu væl vit tora og duga at handla. Umframt at seta mál í broyttu støðuni, mugu vit eisini rætta fyri­tøkuna til og fáa okkara samstarvsfyritøkur og myndugleikar at broyta almennu karmarnar samsvarandi hesum.
At hóra undan í broytingartíðum og finna nýggjar leiðir er ein styrki hjá føroyskum fyri­tøkum. Skjótt at síggja aðrar møguleikar og leiðir at ganga – sámuliga lættgongdar til broyting kemur í; eisini har. Óvanligari er í broytingartíðum at skoða longri fram og við gjørdum royndum og styrkjum í fyritøkuni at leggja eina strategiska ætlan fyri fyritøkuna og halda fast um hana, sjálvt um aðrar fyritøkur innan nakað somu vinnugrein til tíðir kunnu fáa størri inntøku við aðrari, valdari leið.
Vit fáa støðugt fleiri av hesum fyritøkum, ið meta um, hvør heildarstrategi best kann byrgja upp fyri óvissum, ið tær kunnu hava ávíst ræði á, og sum við valdu strategiini fáa tann stabilitet og effektivitet í rakstrinum, sum gevur vøkstur og framhaldandi menning av fyritøkuni.
Ein av hesum fyritøkum er Bakkafrost. Á Bakka hevur verið vinnuligt virksemi í kanska 100 ár ella meira bygt upp á tað, sum fjørðurin og havið hevði at geva. Tað er næstan ikki tað fiskaslag, sum ikki hevur verið virkað á Bakka, ið eisini tíðliga kom upp í aling við øllum tí, sum fylgdi við her. Men í 1992 verður tann strategi løgd, sum hevur verið fylgd líka síðan, og sum hevur givið ta menning og tann vøkstur, at fyritøkan í dag er tann nógv størsta innan fiska­aling í Føroyum og er millum størstu útflutningsfyritøkurnar í landinum. At hava biologiska trygd, bæði veterinert og tá tað snýr seg um at fáa rávøru, at skapa jøvn og góð prísviðurskifti við miðvísari sølu beinleiðis vend til endabrúkaran, og at skapa jøvn og góð inntøku­viðurskifti við langsiktaðum samanhangi av allari virðisketuni, aling, liðugtframleiðslu og sølu, hevur verið tann strategi, sum hevur ført á mál.
Fyritøkan er í dag í samanlegging við Vestlax og fer eftir samanleggingina 1. januar komandi at ala eini 30.000 tons árliga, harav knappliga helvtin verður í retail-pakningi. Miðað verður eftir, at fyritøkan skal skrásetast á virðisbrævamarknaðinum í Oslo og verða burtur av altjóða fyritøka, við teimum krøvum um burðardygd og gott langsiktað avkast, ið eigararnir fara at krevja av henni. Fyritøkan hevði við seinastu ársuppgerð eina eginogn upp á 229 mió. kr. og eitt ársúrslit upp á 37 mió. kr. Starvsfólkatalið hevur verið støðugt vaksandi og var knappliga 300 við ársbyrjan.
Nevndin hevur tí ikki ivast í at valt PF Bakkafrost Holding til ársins virki 2009.

Annað á breddanum

  1. Gleðilig jól og gott nýggjár

    Við tøkk fyri tað brátt farna árið, ynskir Føroya Arbeiðsgevarafelag øllum sínum limum og samstarvsfeløgum eini gleðilig jól og eitt gott nýggjár

    16. Desember. 2024 | Almenn tíðindi
    Jól
  2. Lærupláss: Ein spennandi og møguleikarík leið

    Í farnu viku skipaði Føroya Handverksmeistarafelag fyri einum afturvendandi kunnandi tiltaki fyri næmingum á NámX. Tiltakið, ið hevur til endamáls at vísa á týdningin av læruplássi sum næsta stig í yrkisleiðini, savnaði uml. 100 næmingar, ið fingu eitt spennandi innlit í, hvat krevst fyri at sleppa í læru.

    16. Desember. 2024
    20241211 102219
  3. Lógaruppskotið um Suðuroyartunnil ikki nóg búgvið at leggja fyri Løgtingið enn

    Føroya Arbeiðsgevarafelag fegnast um, at politiska skipanin hevur tikið stig til at fyrireika eina langtíðarloysn fyri flutning til og úr Suðuroy. Lógaruppskotið er tó ikki nóg búgvið at leggja fyri Løgtingið enn

    16. Desember. 2024 | Almenn tíðindi
    Depositphotos 11083879 L