Fyri løtu síðan var Ársins Virki almannakungjørt á Vinnudegnum, sum var hildin í Norðurlandahúsinum í dag. Grundgevingin hjá dómsnevndini var hendan.
Við val av ársins virki skal metingarnevndin taka sína støðu út frá hesum krøvum:
- Virkið skal hava víst framfýsni og áræði innan eitt nú útflutning, vørumenning, tøknifrøði, útbúgving ella innan annað øki, og hetta skal eftir styttri áramál hava viðført menning og vøkstur,
- Virkið skal hava verið støðugt/vaksandi, og dentur verður lagdur á fíggjarligt úrslit seinastu árini,
- Virkið skal vilja trína alment fram sum vinnari av kappingini sum Ársins virki.
Seinastu tvey-trý árini hava verið merkt av stígi og afturgongd í heimsbúskapinum, í okkara grannalondum og eisini hjá okkum. Fíggjarheimurin skiftir millum at óttast nýggj afturstig og at vóna, at nú ber spakuliga uppeftir. Rákið hevur tykst verið at vænta tað versta, og hvørt í sínum lagi fyrireika lond og stjórnir seg til at klára eitt komandi ódnarveður. Øll tykjast gera nakað tað sama ella apa sær eftir hvørjum øðrum, á sama hátt sum tað við hvørt sæst í vinnulívinum, har úrslitið ofta gerst, at ongin fær nakað burtur úr.
Mótrák eggjar hinvegin til at leita nýggjar leiðir og nýta afturundirgerðirnar. Ikki er tað váðaleyst, men er málið sett, ber til at fyrireika seg til avbjóðingarnar og leggja leiðina neyvari. Hepni vísir seg eisini ofta at fylgja tí, sum torir.
Kreppurnar hava givið føroyska samfelagnum fleiri sterkar og góðar fyritøkur, kanska serliga stóra kreppan í fyrru helvt av níti-árunum. Áræðið og felags viljin hjá leiðslu og starvsfólki hava hvest fyritøkurnar at fáa sum mest burtur úr og røkka so víða og langt, sum til ber. Góðskuhugburður er ikki ein býur í Russlandi, men er vorðin ein íborin dygd, sum dag um dag verður styrkt í hesum fyritøkum. Umframt at keypari verður tryggari við keypi frá fyritøku við málvísari góðskustevnu, gerst raksturin í fyritøkuni effektivari við betri stýr á kostnaði.
Sjálvt um fleiri fyritøkur mugu brúka truplu tíðirnar júst nú at finna nýggjar leiðir, kunnu vit samstundis fegnast um, at vit hava fyritøkur, sum sjálvt í størri høpi enn tí føroyska kunnu sigast at vera stórar og klára seg heilt væl.
Men eisini aðrar fyritøkur, sum av marknaðarstødd og rávørumøguleikum ikki hava somu vakstrarumstøður, eru við stak góðum úrsliti sprotnar úr kreppuni.
Ein av hesum hevur víst, at við miðvísum góðskuarbeiði hevur borið til at tryggja sær eina næstan at kalla monopolstøðu á altjóða marknaðinum, tá ræður um góðsku og orðhaldni. Fyritøkan og samstarvsfelagar hennara hava lagt seg eftir at fáa rávøru virkaða, ið fyrr ikki varð brúkt, og sum er avmarkað í nøgd. Fyritøkan hevur dugað at hildið upp á ein dugnaligan og arbeiðssaman medarbeiðaraskara, ið hevur givið ein effektivitet í virkinum, sum talað verður um. Fyritøkan hevur eisini gingið undan at fáa semju millum tey skip, ið útvega rávøruna, um at halda árligu veiðuna innan fyri tær metingar, ið Havstovan hevur um, hvat stovnurin tolir.
Fyritøkan, talan er um, er Sp/f Tavan í Lorvík. Stovnað í 1994 at framleiða gullaksafars í leigaðum virkisbygningum (keyptir longu í 1997) hevur henda fyritøka støðugt ment seg og vaksið og víðkað um sína framleiðslu, so hon í fjør hevði sítt besta ár higartil við einum bruttovinningi upp á 34, 7 mió. kr. og einum ársúrsliti upp á 10,8 mió. kr. Umframt gullaksafars virkar fyritøkan í dag uppsafløk og roynir støðugt at ganga nýggjar leiðir at finna virðisøking av framleiðsluni og menna nýggj virkingarøki.
Fyritøkan hevur seinastu fimm árini havt eitt ársúrslit millum 2,6 og 10,8 mió. kr. og hevði við árslok 2009 eina eginogn upp á knappar 20 mió. kr. Trygdarevnið lá í 2009 upp á 45,3 %. Fyritøkan lýkur sostatt allar kappingartreytir, og metingarnevndin himprast onga løtu í at velja Sp/f Tavan til ársins virki 2010.
Annað á breddanum
Gleðilig jól og gott nýggjár
Við tøkk fyri tað brátt farna árið, ynskir Føroya Arbeiðsgevarafelag øllum sínum limum og samstarvsfeløgum eini gleðilig jól og eitt gott nýggjár
16. Desember. 2024 | Almenn tíðindiLærupláss: Ein spennandi og møguleikarík leið
Í farnu viku skipaði Føroya Handverksmeistarafelag fyri einum afturvendandi kunnandi tiltaki fyri næmingum á NámX. Tiltakið, ið hevur til endamáls at vísa á týdningin av læruplássi sum næsta stig í yrkisleiðini, savnaði uml. 100 næmingar, ið fingu eitt spennandi innlit í, hvat krevst fyri at sleppa í læru.
16. Desember. 2024Lógaruppskotið um Suðuroyartunnil ikki nóg búgvið at leggja fyri Løgtingið enn
Føroya Arbeiðsgevarafelag fegnast um, at politiska skipanin hevur tikið stig til at fyrireika eina langtíðarloysn fyri flutning til og úr Suðuroy. Lógaruppskotið er tó ikki nóg búgvið at leggja fyri Løgtingið enn
16. Desember. 2024 | Almenn tíðindi