Ársins virki og ársins átak valt aftur í ár

12. september. 2011 | Tíðindi | Almenn tíðindi

Á árliga Vinnudegnum, sum í ár verður 30. September, verður ársins virki og ársins átak kosið. Endamálið við hesum er at menna vinnuligan hugburð og økja um virðingina fyri vinnuni hjá myndugleikum og borgarum. Endamálið er eisini at geva virkjum, sum á einhvønn hátt hava klárað seg væl, eitt herðaklapp og treysti til at halda fram á somu kós.

At velja Ársins Virki er framhaldandi ein týdningarmikil partur av Vinnudegnum. Til at velja Ársins Virki situr ein dómsnevnd, ið er vald av nevndini í Føroya Arbeiðsgevarafelag. Dómsnevndin er sett saman við tveimum umboðum fyri vinnuna, tveimum umboðum fyri fíggjarstovnar og einum umboði fyri tað almenna. Umframt at leggja dent á fíggjarlig úrslit seinastu árini, hyggur dómsnevndin eisini eftir, um fyritøkur hava víst framfýsni og áræði á ymiskum økjum, og um hetta hevur viðført menning og vøkstur av fyritøkuni. Hetta kann t.d. vera viðvíkjandi framleiðslu, útflutningi, útbúgving ella vøru- og tænastumenning.
Hesar fyritøkur hava higartil fingið heiðurin sum ársins virki:
2000                    Havsbrún
2001                    Tórshavnar Skipasmiðja
2002                    Vónin
2003                    Vaðhorn
2004                    Reyni Service
2005                    Faroe Marine Products
2006                    Thor
2007                    Eik Banki
2008                    ArtiCon
2009                    Bakkafrost
2010                    Tavan
2011                    ?
Ársins Virki hevur verið kosið á hvørjum ári, meðan Ársins Átak hevur verið kosið, tá mett hevur verið, at fyritøka ella persónur hava gjørt eitt serligt átak, ið kann gagna vinnuligum framburði. Hetta kann vera eitt einkult átak, men kann eisini vera arbeiði, sum er gjørt í longri tíð.
Tey, ið hava fingið heiðurin Ársins Átak higartil, hava verið:
2000                    Ikki valt
2001                    North Atlantic Fish Fair
2002                    Teitur Lassen
2003                    Formula.fo, Total View
2004                    Atlantic Airways, sáttmálin við Aker Stord
2005                    Fariga Seafood
2006                     Vinnuvitan
2007                    Ikki valt
2008                    Decision3
2009                    Tórshavnar Matfestivalur
2010                    Vilt í Suðuroy
2011                    ?
Hvør verður Ársins Virki og Ársins Átak 2011 verður avdúkað í Norðurlandahúsinum 30. september. Umframt heiðurin fær Ársins Virki eina serliga standmynd, ið er gjørd til endamálið, sum gávu frá Føroya Arbeiðsgevarafelag. Talan er um eina standmynd stoypta í bronsu. Fyri Ársins Átak verður latin ein minni standmynd, sum er eitt V úr stáli við búmerkinum hjá Føroya Arbeiðsgevarafelag graverað í.

Annað á breddanum

  1. Frídagar um páskirnar

    Skírisdagur, langi fríggjadagur og 2. páskadagur eru heilir frídagar

    14. Apríl. 2025
    3 (3)
  2. Magnus Magnussen heldur fram sum formaður

    Nevndin í Føroya Handverksmeistarafelag hevur skipað seg

    14. Apríl. 2025 | Handverk og ídnaður
    Billede1 (3)
  3. Semja gjørd við Flogskiparafelag Føroya

    Føroya Arbeiðsgevarafelag og felagið fyri flogskiparar hava gjørt nýggjan tvey ára sáttmála

    14. Apríl. 2025 | Arbeiðsmarknaður
    Flogskiparafelag Føroya