Á árliga Vinnudegnum fríggjadagin verða Ársins Virki og Ársins Átak kosin. Endamálið við hesum er at menna vinnuligan hugburð og økja um virðingina fyri vinnuni hjá myndugleikum og borgarum. Endamálið er eisini at geva virkjum, sum á einhvønn hátt hava klárað seg væl, eitt herðaklapp og treysti til at halda fram á somu kós.
At velja Ársins Virki er framhaldandi ein týdningarmikil partur av Vinnudegnum. Til at velja Ársins Virki situr ein dómsnevnd, ið er vald av nevndini í Føroya Arbeiðsgevarafelag. Umframt at leggja dent á fíggjarlig úrslit seinastu árini, hyggur dómsnevndin eisini eftir, um fyritøkur hava víst framfýsni og áræði á ymiskum økjum, og um hetta hevur viðført menning og vøkstur av fyritøkuni. Hetta kann t.d. vera viðvíkjandi framleiðslu, útflutningi, útbúgving ella vøru- og tænastumenning.
Umframt heiðurin fær Ársins Virki eina serliga standmynd, ið er gjørd til endamálið. Talan er um eina standmynd stoypta í bronsu.
Ársins Virki hevur verið kosið á hvørjum ári, meðan Ársins Átak hevur verið kosið, tá mett hevur verið, at fyritøka ella persónur hava gjørt eitt serligt átak, ið kann gagna vinnuligum framburði. Hetta kann vera eitt einkult átak, men kann eisini vera arbeiði, sum er gjørt í longri tíð. Sama dómsnevnd, sum velur Ársins Virki, velur Ársins Átak.
Fyri Ársins Átak verður latin ein minni standmynd, sum er eitt V úr stáli við búmerkinum hjá Føroya Arbeiðsgevarafelag graverað í.
Hvør verður Ársins Virki og Ársins Átak 2017 verður avdúkað í Norðurlandahúsinum 15. september á Vinnudegnum 2017.
Skrá til Vinnudagin 2017 sæst her.
Vælkomin til Vinnudagin 2017 – melda teg til nú.
Í dómsnevndini sita: Marita Rasmussen, stjóri í Føroya Arbeiðsgevarafelag Herálvur Joensen, aðalstjóri í Uttanríkis- og vinnumálaráðnum Árni Ellefsen, stjóri í BankNordik Birgir Nielsen, nevndarformaður í Betri Sigurð í Jákupsstovu, rektari á Fróðskaparsetri Føroya Ólavur Asafsson Olsen, stjóri í KJ-Hydraulik, Ársins Virki 2016 Skrivari fyri dómsnevndina er Niels Winther, ráðgevi í Vinnuhúsinum. |
Ársins Virki higartil: | Ársins Átak higartil: |
2000 Havsbrún | 2000 ikki valt |
2001 Tórshavnar Skipasmiðja | 2001 North Atlantic Fish Fair |
2002 Vónin | 2002 Teitur Lassen |
2003 Vaðhorn | 2003 Formula.fo, Total View |
2004 Reyni Service | 2004 Atlantic Airways, sáttm Aker Stord |
2005 Faroe Marine Products | 2005 Fariga Seafood |
2006 Thor | 2006 Vinnuvitan |
2007 Eik Banki | 2007 ikki valt |
2008 ArtiCon | 2008 Desicion3 |
2009 Bakkafrost | 2009 Tórshavnar Matfestivalur |
2010 Tavan | 2010 Vilt í Suðuroy |
2011 Vónin | 2011 Jákup Zachariassen |
2012 Luna | 2012 Varðin Pelagic |
2013 Vest Pack | 2013 Koks |
2014 Skansi Offshore | 2014 Mest & Pam Offshore Service |
2015 Bakkafrost | 2015 Defined Energy |
2016 KJ-Hydraulik | 2016 Sheep View |