Á árliga Vinnudegnum fríggjadagin verða Ársins Virki og Ársins Átak kosin. Endamálið við hesum er at menna vinnuligan hugburð og økja um virðingina fyri vinnuni hjá myndugleikum og borgarum. Endamálið er eisini at geva virkjum, sum á einhvønn hátt hava klárað seg væl, eitt herðaklapp og treysti til at halda fram á somu kós.
At velja Ársins Virki er framhaldandi ein týdningarmikil partur av Vinnudegnum. Til at velja Ársins Virki situr ein dómsnevnd, ið er vald av nevndini í Føroya Arbeiðsgevarafelag. Umframt at leggja dent á fíggjarlig úrslit seinastu árini, hyggur dómsnevndin eisini eftir, um fyritøkur hava víst framfýsni og áræði á ymiskum økjum, og um hetta hevur viðført menning og vøkstur av fyritøkuni. Hetta kann t.d. vera viðvíkjandi framleiðslu, útflutningi, útbúgving ella vøru- og tænastumenning.
Umframt heiðurin fær Ársins Virki eina serliga standmynd, ið er gjørd til endamálið. Talan er um eina standmynd, sum er stoypt í bronsu.
Ársins Virki hevur verið kosið á hvørjum ári, meðan Ársins Átak hevur verið kosið, tá mett hevur verið, at fyritøka ella persónur hava gjørt eitt serligt átak, ið kann gagna vinnuligum framburði. Hetta kann vera eitt einkult átak, men kann eisini vera arbeiði, sum er gjørt í longri tíð. Sama dómsnevnd, sum velur Ársins Virki, velur Ársins Átak.
Fyri Ársins Átak verður latin ein standmynd, sum er eitt V úr stáli við búmerkinum hjá Føroya Arbeiðsgevarafelag graverað í.
Hvør verður Ársins Virki og Ársins Átak 2018 verður avdúkað í Norðurlandahúsinum 28. september á Vinnudegnum 2018.