Ársins Virki og Ársins Átak verða kosin fríggjadagin

22. september. 2008 | Tíðindi | Almenn tíðindi

Fríggjadagin verður avdúkað, hvørjar fyritøkur dómsnevndin hevur kosið

Eins og undanfarnu Vinnudagar verður komandi fríggjadag avdúkað, hvørjar fyritøkur í ár fáa heiðurin at gerast Ársins Virki og Ársins Átak. Hóast Vinnudagurin verður fyriskipaður av Føroya Arbeiðsgevarafelag og Vinnuhúsinum, er dómsnevndin samansett av fólki uttan beinleiðis tilknýti til Føroya Arbeiðsgevarafelag.
Metingarstøði fyri, hvør kann gerast Ársins Virki er hetta:
·        Virkið skal hava verið støðugt/vaksandi, og dentur verður lagdur á fíggjarliga úrslitið seinastu árini.
·        Virkið skal hava víst framfýsni og áræði innan útflutning, framleiðslu, vørumenning, tøknifrøði, útbúgving ella innan annað øki, og hetta skal eftir styttri áramál hava viðført menning og vøkstur.
·        Virkið skal vilja trína alment fram sum vinnari av kappingini sum Ársins Virki.
Umframt at velja Ársins Virki kann dómsnevndin velja at heiðra eitt virkið ella ein persón, sum hevur gjørt eitt serligt átak, ið kann gagna vinnuligum framburði. Hetta kann vera eitt einkult átak, men kann eisini vera arbeiði, sum er gjørt í longri tíð.
Ásannandi, at Føroyar eru ein lítil tjóð, so er tað ikki vist, at Ársins Átak verður valt á hvørjum ári.
Í dómsnevndini sita Marner Jacobsen, Janus Petersen, Elin Heinesen og Kjartan Kristiansen umframt eitt umboð fyri vinnarin av Ársins Virki árið fyri.

Annað á breddanum

  1. Frídagar um páskirnar

    Skírisdagur, langi fríggjadagur og 2. páskadagur eru heilir frídagar

    14. Apríl. 2025
    3 (3)
  2. Magnus Magnussen heldur fram sum formaður

    Nevndin í Føroya Handverksmeistarafelag hevur skipað seg

    14. Apríl. 2025 | Handverk og ídnaður
    Billede1 (3)
  3. Semja gjørd við Flogskiparafelag Føroya

    Føroya Arbeiðsgevarafelag og felagið fyri flogskiparar hava gjørt nýggjan tvey ára sáttmála

    14. Apríl. 2025 | Arbeiðsmarknaður
    Flogskiparafelag Føroya