Ársins Virki og Ársins Átak verður valt 28. september

10. september. 2012 | Tíðindi | Almenn tíðindi

Á árliga Vinnudegnum, sum í ár verður 28. september, verða aftur í ár Ársins Virki og Ársins Átak kosin. Endamálið við hesum er at menna vinnuligan hugburð og økja um virðingina fyri vinnuni hjá myndugleikum og borgarum. Endamálið er eisini at geva virkjum, sum á einhvønn hátt hava klárað seg væl, eitt herðaklapp og treysti til at halda fram á somu kós.

At velja Ársins Virki er framhaldandi ein týdningarmikil partur av Vinnudegnum. Til at velja Ársins Virki situr ein dómsnevnd, ið er vald av nevndini í Føroya Arbeiðsgevarafelag. Umframt at leggja dent á fíggjarlig úrslit seinastu árini, hyggur dómsnevndin eisini eftir, um fyritøkur hava víst framfýsni og áræði á ymiskum økjum, og um hetta hevur viðført menning og vøkstur av fyritøkuni. Hetta kann t.d. vera viðvíkjandi framleiðslu, útflutningi, útbúgving ella vøru- og tænastumenning.

Umframt heiðurin fær Ársins Virki eina serliga standmynd, ið er gjørd til endamálið. Talan er um eina standmynd stoypta í bronsu.

Ársins Virki hevur verið kosið á hvørjum ári, meðan Ársins Átak hevur verið kosið, tá mett hevur verið, at fyritøka ella persónur hava gjørt eitt serligt átak, ið kann gagna vinnuligum framburði. Hetta kann vera eitt einkult átak, men kann eisini vera arbeiði, sum er gjørt í longri tíð. Sama dómsnevnd, sum velur Ársins Virki, velur Ársins Átak.

Fyri Ársins Átak verður latin ein minni standmynd, sum er eitt V úr stáli við búmerkinum hjá Føroya Arbeiðsgevarafelag graverað í.

Hvør verður Ársins Virki og Ársins Átak 2012 verður avdúkað í Norðurlandahúsinum 28. september á Vinnudegnum 2012.

Ársins Virki higartil:                                            Ársins Átak higaril:                                                              Í dómsnevndini sita:
2000 Havsbrún                                                      2000 Ikki valt                                                                         Marita Rasmussen, stjóri í Føroya Arbeiðsgevarafelag
2001 Tórshavnar Skipasmiðja                            2001 North Atlantic Fish Fair                                             Gunnleyg Árnafjall, sett aðalstjóri í Vinnumálaráðnum
2002 Vónin                                                            2002 Teitur Lassen                                                               Janus Petersen, stjóri í BankNordik
2003 Vaðhorn                                                        2003 Formula.fo, Total View                                              Súni Schwartz Jacobsen, stjóri í Eik Banka
2004 Reyni Service                                               2004 Atlantic Airways, sáttmálin Aker Stord                   Sigurð í Jákupsstovu, rektari á Fróðskaparsetri Føroya
2005 Faroe Marine Products                              2005 Fariga Seafood                                                            Hjalmar Petersen, stjóri á Vónini, Ársins Virki 2011
2006 Thor                                                               2006 Vinnuvitan                                                                   Skrivari fyri dómsnevndina er Niels Winther, ráðgevi í
2007 Eik Banki                                                      2007 Ikki valt                                                                         Vinnuhúsinum
2008 ArtiCon                                                          2008 Decision3                                                                                    
2009 Bakkafrost                                                    2009 Tórhavnar Matfestivalur
2010 Tavan                                                            2010 Vilt í Suðuroy
2011 Vónin                                                            2011 Jákup Zachariassen

  

Annað á breddanum

  1. Føroya Handverksmeistarafelag: Lisitatiónslógin er ein styrki, ikki ein forðing

    Tá SEV í grein á VP sigur at pumpuskipanin í Vestmanna gjørdist dýrari orsaka av lisitatiónslógini, vil Føroya Handverksmeistarafelag gera vart við, at tað er ein undanførsla

    04. Juli. 2024 | Handverk og ídnaður
    Vinnuhusi 4991
  2. Nýggj kanning av marknaðaratgongd fyri føroyskar vørur og tænastur

    Føroyskar fiskaútflutningsfyritøkur eftirlýsa betri marknaðaratgongd tollmessiga og veterinert á fleiri áhugaverdum marknaðum. Føroyskir útflytarar av tænastum eftirlýsa fleiri tvískattasáttmálar

    01. Juli. 2024
    Depositphotos 442622378 L
  3. Hvør skal hava heiðurin sum Vinnuátakið 2024?

    Á árliga Vinnudegnum velur ein dómsnevnd á hvørjum ári Ársins Virki og Ársins Vinnuátak. Hetta er eisini ætlanin at gera í ár.

    25. Juni. 2024 | Almenn tíðindi
    VINNUÁTAKIÐ 2024