Eftir at Bakkafrost á Vinnudegnum fekk heiðurin sum Ársins Virki 2015, helt Regin Jacobsen hesa røðu:
“Stóra takk fyri - Eg ynski øllum í felagnum hjartaliga til lukku við hesum stóra heiðuri. Hetta er eitt herðaklapp fyri at skapa góð úrslit og vísa framfýsni og áræði, ið hevur ført við sær menning og vøkstur av felagnum.
Alt hetta letur seg bert gera, tí vit hava dugnalig starvsfólk við nógvum royndum og høgum fakligum førleikum. Starvsfólk, ið megna at skapa úrslit í heimsflokki, hóast kappingin á altjóða marknaðinum er hørð og vit kappast við fyritøkur, ið eru nógv størri enn vit sjálvi. Saman seta vit okkum mál, halda fokus, gera raðfestingar, og í felag røkka vit avbjóðandi málum, ið gera at okkara felag er við frammi í oddinum. Tað eru 800 starvsfólk í fyritøkuni, fleiri hundrað av hesum starvsfólkum eru ikki einans starvsfólk, men eisini eigarar í felagnum. Síðani vit fóru á keypsskálan í 2010 hevur tað verið frítt hjá øllum føroyingum at blíva eigarar í felagnum. Fleiri nýttu møguleikan at verða við frá byrjan, men vit høvdu tó ynskt at enn og fleiri føroyingar vóru við. Tað hevur gingið væl síðani, og fleiri høvdu helst havt hug at róð afturá aftur - men soleiðis er tað – hvør kundi forútsæð at gongdin fór at vera so góð?
Tá ið tað gongur væl, vilja nógv verða við, og tá ið tað gongur minni væl, ynskja færri at vera við.
Vit kunnu eisini gleðast um, at fleiri fáa lut í góðu gongdini. Felagið er komi í tað støðu, at nógv verður goldið í beinleiðis skatti inn í Landskassan. Fyri roknarskaparárið 2014 var goldið í skatti 252 milliónir krónur har, partafelagsskattur er 18% og harumfrat er eyka skattur á alivinnuna umleið 7%. Afturat hesum goldu vit slakar 90 milliónir í vinningsbýtisskatti, so tilsamans til landskassan bleiv tað til 340 milliónir krónur fyri árið 2014. Hetta svarar til dømis til góð 60% av játtanini til Landssjúkrahúsið – og eini 55% av blokk-stuðlunum. Vit eru errin av, at gongdin er so mikið góð, at hetta kann lata seg gera.
Vit løgdu eisini eina stóru íløguætlan uppá 1,5 milliardir krónur. Hesar íløgur føra við sær at sera nógvur peningur kemur í umferð í Føroyum, soleiðis at bæði privatpersónar, virkir og landshúsarhaldið fáa ágóða. Tað gleðir okkum, at hesin peningur kemur í umferð í Føroyum, og at føroyskar fyritøkur eru kappingarførar at gera arbeiðið. Vit kunnu kanska siga tað sum hevur verið frammi nakað í seinastuni, at vit eru við til “at byggja land” – og tað eru vit øll glað um, tí vit eru errin av Føroyum og ikki minst av fólkinum sum her býr.
Vit virka á altjóða marknaðinum hvønn dag, og vit mugu ansa eftir, at karmarnir vinnan virkar undir eru kappingarførir. Vit hava sæð síðstu tíðina, at londini vit kappast við, lækka um beinleiðis skattatrýstið hjá vinnuni, til tess at fáa meira arbeiði og virksemi í landinum.
Um vit fara øvugtan veg, so er skjótt at vit missa meira fyri minni. Tað er so stutt síðani, at einki kom inn í skatti frá vinnuni og lítlar og ongar íløgur vóru gjørdar.
Tí er týdningarmikið, at vit læra av søguni, og ikki nú skrúva ov nógv upp, so javnvágin flytir til at vit lítið og einki fáa inn - tí vit ikki eru kappingarfør.
Vit mugu ongantíð gloyma, at vit hvønn dag kappast við útlandið. Tað er gott at síggja, at vit higartil hava klára okkum væl í hesi kapping.
Vit kappast bæði um vørurnar, starvsfólk og kapitalin. Vit vóna, at vit eisini í framtíðini verða kappingarfør til frama fyri starvsfólk, íleggjarar og alt Føroya land.”
Les eisini grundgevingina frá dómsnevndini her.