Articon er Ársins Virki 2018

28. september. 2018 | Tíðindi | Almenn tíðindi

Stjórin á Articon, Jón Sigurdsson, saman við fíggjarstjóranum og nevndarformanninum, Niclas Joensen, tóku á Vinnudegnum í dag móti heiðrinum sum Ársins Virki 2018.

Grundgevingin hjá dómsnevndini fyri at velja júst Articon til Ársins Virki er henda:

Vinnudagurin snýr seg um at fáa íblástur til at royna nýggjar leiðir og at byggja brýr. At fáa hugskot til at bróta niður forðingar fyri vøkstri og at byggja og viðlíkahalda sterk sambond. Heiðurin sum Ársins Virki verður givin fyritøkum, sum betri enn aðrar megna júst hetta. At vaksa. At verða orðhaldin. At royna nýggjar leiðir. Og at hava eitt nøktandi búskaparligt úrslit, sum eisini kann tryggja, at framtíðin hjá fyritøkuni og starvsfólkum hennara er á einum so tryggum fundamenti, sum til ber, í einum búskapi, har tað kann vera stutt millum topparnar og aldudalarnar.

Tað eru góðar tíðir í Føroyum í dag. Men vit vita øll, at tað er so skjótt, at fortreytirnar kunnu broytast. Ársins Virki 2018 hevur - hóast fyritøkan enn ikki hevur rokkið 20 ára aldur - prógvað, at hon er før fyri at tillaga virksemið, tá ordrabókin minkar, og at hon eisini hevur nóg breiðar herðar til at stýra skynsamt, tá tíðirnar eru góðar.

Fyritøkan hevur frá byrjan lagt dent á dygga verkætlanarstýring, út frá teirri sannføring, at tíðin, sum verður brúkt til at planleggja og fyrireika, verður vunnin fleirfaldað aftur í síðsta enda. Stóri denturin á prosjektleiðslu hevur eisini havt við sær, at fyritøkan ber orð fyri at levera til tíðina, at stýra kostnaðinum og at góðskan er í lagi.

Ársins Virki 2018 hevur seinnu árini gjørt íløgur í tíðarhóskandi og framkomna útgerð. Men fyritøkan hevur eisini veruliga megnað at sett og fasthildið dugnalig starvsfólk við røttu førleikunum, sum hevur fingið heildina at virka sum eina væl smurda maskinu. Nógvir lærlingar hava gjøgnum tíðina fingið sína útbúgving í fyritøkuni, og hevur hetta eisini verið við til at tryggja tilgongdina av starvsfólki.

Síðani William Heinesen fyri næstan 70 árum síðani skrivaði, at Føroyar í mun til stórhavið vóru sum eitt sandkorn í einari veitsluhøll, er hendan myndin av Føroyum brúkt í nógvum samanberingum. Orsøkin er helst tann, at tað ofta kann tykjast so, at tað mesta sum Føroyar og føroyingar fáast við, er sum eitt sandkorn ímóti størri gróti ella enntá klettum. Tað eru tó nøkur av hesum sandkornum í føroyskum vinnulívi, sum við tíðini vilja og megna at vaksa til eitt størri sandkorn, ella enntá eitt lítið malagrót. Ársins Virki 2018 hevur síðani stovnanina í 2001 ment seg til at vera størsta fyritøka í síni vinnugrein. Ársins virki smæðist ikki við at átaka sær alsamt størri uppgávur, og hevur prógvað, at hon eisini megnar at lyfta tær.

Fyritøkur, sum vilja verða viðkomandi fyri kundarnar í dag og í framtíðini, mugu eisini vísa í verki, at tær veruliga ynskja at framleiða á burðardyggan hátt. Ársins Virki 2018 hevur lagt seg eftir at ávirka umhvørvið sum minst, m.a. við at handfara burturkast rætt, og við at royna at minka um útlátið frá virkseminum. Átøkini fevna m.a. um at fyribyrgja tómgongd av maskinum og akførum og so vítt møguligt at hita bygningar við grønari orku.

Fyritøkan tekur heilsu, trygd og umhvørvi í álvara, og hevur eina 0-hugsjón, sum sigur, at eingin skal fáa skaða ella varandi mein í arbeiðinum. Hetta fokus er eisini sjónligt í dagliga arbeiðinum, har mannagongdir verða lagdar soleiðis til rættis, at vandin fyri skaða ella áhaldandi meini alsamt minkar. Eisini strembar fyritøkan eftir at geva starvsfólkunum neyðugu eftirútbúgvingarnar fyri at fyribyrgja arbeiðsskaðum.

Fyritøkan virkar í einari bransju við beinharðari kapping og har kostnaðarstøðið serliga seinnu árini hevur verið hækkandi. Hóast hetta hevur hon megnað at fingið eitt vaksandi avlop, sum hevur hækkað eginpeningin upp í 80 mió kr. Samstundis hevur avkastið eisini verið hækkandi, og var eginpeningsavkastið áðrenn skatt 50 % í 2017. Høvuðsorsøkirnar til betraða búskaparliga úrslitið er ein meira effektiv nýtsla av ognunum í fyritøkuni og eitt betrað vinningsføri.

Ein samd dómsnevnd hevur við hesum grundgevingum valt P/F Articon sum Ársins Virki 2018.

Annað á breddanum

  1. Starv sum samskiftisráðgevi til Vinnuhúsið

    Føroya Arbeiðsgevarafelag søkir eftir einum samskiftisráðgeva til Vinnuhúsið

    25. November. 2024 | Almenn tíðindi
    Ráðgevi2
  2. Hátíðarhald og diplomhandan í ferðavinnu í Vinnuhúsinum

    Týsdagin í farnu viku fingu næmingar í íverksetanar- og ferðavinnubreytini á NámX handað prógv í Vinnuhúsinum

    25. November. 2024 | Ferðavinna
    Námx 2
  3. LX International á vitjan í Vinnuhúsinum

    Í farnu viku vóru umboð frá Suðurkoreansku fyritøkuni, LX International, í Føroyum og kunnaðu seg um Føroyar og føroyskt vinnulív. Serliga var áhugin stórur fyri føroyskum makreli og laksi.

    25. November. 2024 | Samhandil
    Depositphotos 442622378 L