Asger Aamund, Ragnar Joensen og Marie Fleischer á Vinnudegnum 2012

20. august. 2012 | Tíðindi | Almenn tíðindi

Vinnudagurin 2012 fer at hava fyrilestrar við kenda danska vinnulívsmanninum Asger Aamund, stjóranum í vinnuráðnum í Nuuk, Marie Fleischer, og við stjóranum í Marine Harvest Norway, føroyska Ragnar Joensen.

Afturat hesum spennandi fyrilestrunum verður eisini kjak, sum væntandi verður eins væl eydnað og undanfarin ár.
Frá mikudegnum 22. august ber til hjá limum í Føroya Arbeiðsgevarafelag og undirfeløgum tess at melda seg til Vinnudagin, sum verður tann 28. september. Limir, sum melda til áðrenn 1. september, fáa serligan avsláttur.
Mánadagin 27. august verður opið fyri øllum at melda til Vinnudagin 2012. Tá verður eisini skráin til dagin kunngjørd. Tilmeldingarfreistin er 26. september.

Annað á breddanum

  1. Frídagar um páskirnar

    Skírisdagur, langi fríggjadagur og 2. páskadagur eru heilir frídagar

    14. Apríl. 2025
    3 (3)
  2. Magnus Magnussen heldur fram sum formaður

    Nevndin í Føroya Handverksmeistarafelag hevur skipað seg

    14. Apríl. 2025 | Handverk og ídnaður
    Billede1 (3)
  3. Semja gjørd við Flogskiparafelag Føroya

    Føroya Arbeiðsgevarafelag og felagið fyri flogskiparar hava gjørt nýggjan tvey ára sáttmála

    14. Apríl. 2025 | Arbeiðsmarknaður
    Flogskiparafelag Føroya