Tað er neyðugt, at Løgtingið í viðgerðini av játtanarkørmunum táttar í. Útreiðsluvøksturin er ov stórur, nú hákonjunkturur er.
Kristina Háfoss, landsstýriskvinna í Fíggjarmálum, hevur lagt uppskot til játtanarkarmar fyri 2018 fyri Løgtingið. Í framløgum og frágreiðingum í sambandi við uppskotið, verður sagt frá, at talan er um ein varisligan útreiðsluvøkstur í rakstrinum á 1,5%, umframt lønarhækkingar, sum ikki eru ásettar enn.
Hetta er tó eitt skeivt samanberingargrundarlag. Fyri tað fyrsta er tað rættari at samanbera uppskotið til játtanarkarmar fyri 2018 við uppskotið til játtanarkarmar fyri 2017. Tað kann vera ein langur vegur frá einum uppskoti til játtanarkarmar til eina samtykta fíggjarlóg, serliga tá tíðirnar eru góðar. Ein vegur, har útreiðslurnar aloftast hava hug at kvinka uppeftir í viðgerðini. Fyri tað næsta má hædd takast fyri lønarvøkstri. Og fyri tað triðja eigur økingin í íløgukarminum at verða íroknað í útreiðsluvøksturin.
Í uppskotinum til játtanarkarmarnar fyri 2017 var samlaði útreiðslukarmurin hjá landinum tils. kr. 4.742,2 mió. kr. Í uppskotinum til játtanarkarmar fyri 2018 er útreiðslukarmurin 4.865,7 mió. kr., umframt lønarútreiðslur. Um roknað verður við á leið somu lønarhækking fyri 2018, sum fyri miðal seinastu trý árini á umleið 2%, leggjast uml. 45 mió. kr. afturat útreiðslunum hjá landskassanum. Samlaða útreiðsluøkingin frá 2017 til 2018 verður tá uml. 170 mió. kr., sum svarar til eina útreiðsluøking á uml. 3,6%.
Tað ber til at koma til annað úrslit við øðrum fortreytum fyri lønarvøksturin, men tað er greitt, at talan eftir øllum at døma ikki verður um ein varisligan vøkstur frá 2017 til 2018.
Føroya Arbeiðsgevarafelag heldur tað tí vera neyðugt, at Løgtingið í viðgerðini av játtanarkørmunum táttar í aftur, so vit fáa vøksturin í landskassans útreiðslum niður aftur á eitt sámiligt støði. Í einari støðu, har føroyski búskapurin er í hákonjukturi, er ikki tørvur á, at landið er viðvirkandi til at økja um samlaða eftirspurningin í landinum. Tørvur er í staðin á, at landið heldur aftur, so nakað er at standa ímóti við, tá tíðirnar gerast verri aftur.