Ávaring um búskaparligu gongdina

25. juni. 2018 | Áskoðan

Í samband við aðalfundin hjá Føroya Arbeiðsgevarafelag í farnu viku brúkti felagið høvið at koma við eini ávaring til myndugleikarnar um gongdina í búskapinum og stóra íløguhugin hjá bæði land og kommunum.

Seinstu árini hevur ovurhonds stórur vøkstur verið í almennu útreiðslunum, ikki minst á íløgusíðuni. Stórur vøkstur hevur verið í íløgunum, bæði í árligu útreiðslunum til íløgur, og í gongdini í almennu íløgunum í mun til BTÚ. Samstundis er annars vøkstur í búskapinum, sum í stóran mun er drivin av gongdin í útflutningsvinnunum, og tað almenna nýtist tí ikki á at koyra meira bensin á búskaparliga bálið.

Tað hevur nú í nógv ár verið reglan, at land og kommunur hava ført ein konjukturviðgangandi politikk. Trupulleikin við hesum er, at sveiggini í búskapinum gerast størri enn tey nýtast at vera, bæði tá gongur við, og tá gongur ímóti. Um vit føra konjukturviðgangandi politikk, ávirka vit makrobúskaparliga støðufestið skeivan vegin. Lítli og opni føroyski búskapurin hevur frammanundan avbjóðingar við makrobúskaparliga støðufestinum, m.a. orsakað av sveiggjum í tilfeinginum.

Bæði land og kommunur hava ført ein konjukturviðgangandi fíggjarpolitikk. Skattainntøkurnar eru vaksnar nógv, og tað ger, at bæði íløgurnar og rakstrarútreiðslurnar eisini eru vaksnar nógv. Tíverri er tað ikki nakað nýtt, at bæði almennar íløgur og rakstur økist munandi eftir eina búskaparliga stagnatión. Hetta hava vit sæð fyrr, tá búskaparlig nos hava verið.

Talvurnar niðanfyri tala fyri seg. Íløgurnar hjá landinum og kommununum umframt tunnilsfeløgunum í Føroyum liggja í miðal væl hægri enn í ES og Danmark.

Búskaparráðið hevur í sínum frágreiðingum ávarað ímóti hesum og vísa framskrivingar teirra, at árligi miðalvøksturin í almennu íløgunum frá 2014-2018 verður 16,5% í mun til 3,4% hjá tí privata. Miðalvøksturin í íløgunum hjá landinum hevur verið 14,9%, meðan miðalvøksturin hjá kommununum hava verið 17,7%. Góðar orsøkir eru at halda, at almennu íløgurnar fortrongja privatar íløgur, tí framleiðsluorkan hjá byggi- og annleggsvinnuni verður avmarkað av manglandi arbeiðsmegi.

Eisini heldur Føroya Arbeiðsgevarafelag tað vera órógvandi, at rakstrarútreiðslurnar hjá landinum framhaldandi vaksa, samstundis sum partar av øktu útreiðslunum ikki síggjast aftur á fíggjarlógini, tí bæði íløgur og rakstur eru flutt út á grunnar og feløg. Hetta er eitt nú galdandi fyri Bústaðir og fyri hækkaðum útgjøldum úr almennum grunnum, herundir Samhaldsfasta Arbeiðsmarknaðargrunninum.

Úrslitini frá sáttmálasamráðingunum á almenna arbeiðsmarknaðinum fara sjálvsagt eisini at merkja raksturin hjá bæði landi og kommunum munandi komandi árini.

Demografisku broytingarnar, sum eru í væntu, fara at leggja eitt enn størri trýst á almennu útreiðslurnar innan heilsuverk og eldrarøkið, og lítið, fyri ikki at siga einki sæst til, at stig verða tikin fyri at halda aftur við almennu nýtsluni til frama fyri hesa stóru avbjóðing.

Til heystar skal seinasta fíggjarlógin í hesum valskeiðnum til viðgerðar í løgtinginum. Megnar samgongan tá ikki at standa ímóti freistingini at ganga fleiri av ynskjum veljarans á møti, so kann væntast ein enn størri vøkstur í landskassans rakstri og íløgum í 2019 og frameftir. Ein vøkstur í almennu útreiðslunum komandi ár hevði ikki verið til fyrimuns fyri føroyska samfelagið, og politiska skipanin má tí seta sær sum mál at tálma almennu útreiðslunum í sambandi við fíggjarlóg og fíggjarætlanir fyri komandi ár, heldur Føroya Arbeiðsgevarafelag.

Annað á breddanum

  1. Starv sum samskiftisráðgevi til Vinnuhúsið

    Føroya Arbeiðsgevarafelag søkir eftir einum samskiftisráðgeva til Vinnuhúsið

    25. November. 2024 | Almenn tíðindi
    Ráðgevi2
  2. Hátíðarhald og diplomhandan í ferðavinnu í Vinnuhúsinum

    Týsdagin í farnu viku fingu næmingar í íverksetanar- og ferðavinnubreytini á NámX handað prógv í Vinnuhúsinum

    25. November. 2024 | Ferðavinna
    Námx 2
  3. LX International á vitjan í Vinnuhúsinum

    Í farnu viku vóru umboð frá Suðurkoreansku fyritøkuni, LX International, í Føroyum og kunnaðu seg um Føroyar og føroyskt vinnulív. Serliga var áhugin stórur fyri føroyskum makreli og laksi.

    25. November. 2024 | Samhandil
    Depositphotos 442622378 L