Avgjald á kosmetikk og luktilsi avtikið

06. juli. 2015 | Tíðindi | Almenn tíðindi

1. juli kom lóg í gildi, sum strikar avgjald á kosmetikk og luktilsi.

Føroyska handilsvinnan fær stundum skotið út í skógvarnar, at vørurnar í Føroyum eru ov dýrar. Formaðurin í Handilsvinnufelagnum, Tummas Hanus Dam, vísir hinvegin á, at tað er ikki so løgið, tá ið høg avgjøld verða løgd á innflutningin av ávísum vørum. Handilsvinnufelagið fegnast tískil um, at avgjaldið, sum lá á 20%, varð avtikið 1. juli 2015.

Handilsvinnufelagið vónar eisini, at hetta ikki bert er galdandi fyri tær vørur, sum verða innfluttar eftir 1. juli, men at lógarbroytingin í líka stóran mun fevnir um tær vørur, sum longu eru í handlunum. Tað vil siga, at mannagongdin verður tann sama, sum tá ið avgjaldið á millum annað sjónvørp og komfýrar varð avtikið. Tá vóru vørur, sum longu vóru í handlunum, eisini fevndar av broytingini.

Annað á breddanum

  1. Aðalfundur í Handilsvinnufelagnum

    Skráin fyri aðalfundin er sambært viðtøkum felagsins

    22. Apríl. 2025 | Handilsvinna
    IMG 0559 (1)
  2. Eina skipan fyri burturkastøkið

    Gevur tað veruliga meining, at eitt lítið land sum okkara hevur tvær sjálvstøðugar skipanir? Føroya Arbeiðsgevarafelag heldur, at tíðin er komin at samskipa burturkastskipanina í eina felags skipan

    22. Apríl. 2025
    Affald
  3. Frídagar um páskirnar

    Skírisdagur, langi fríggjadagur og 2. páskadagur eru heilir frídagar

    14. Apríl. 2025
    3 (3)