Avgjøld á vinnuna

16. februar. 2009 | Áskoðan

Síðan sitandi samgonga tók við, eru fleiri lógir og kunngerðir lýstar, sum økja um gjøldini hjá vinnuni. Eisini eru nýggjar ásetingar, sum áleggja vinnuni at gjalda fyri tænastur frá tí almenna ella fyri eftirlit, sum tað almenna sambært føroyskari lóggávu ella altjóða avtalum, hevur bundið seg til at hava.

Vinnan merkir, at politiska skipanin hevur broytt hugburð til, hvat vinnan skal gjalda fyri og ikki. Seinastu mánaðirnar hava fleiri lógaruppskot og kunngerðir verið til hoyringar í Vinnuhúsinum við ásetingum um at áleggjast kann vinnuni gjald ella hækking av verandi gjøldum.
Hetta undrar okkum og tað sýnist sum um, at politiska skipanin als ikki er klár yvir støðuna, sum vinnan er í beint í løtuni. Sum í londunum kring okkum, er føroyska vinnan í tí støðu, at eftirspurningurin eftir vørum og tænastum fellur. Hetta er galdandi fyri flestu vinnugreinar og flest allar vørur. Hetta merkir, at vinnan má tillaga sítt virksemi til marknaðin, og at fíggjarligu úrslitini hjá fyritøkunum ávirkast neiliga vegin.
Í londunum kring okkum vísa politisku leiðslurnar vegin við at betra um karmarnar fyri vinnuvirksemi við tí endamáli, at so fáar fyritøkur sum gjørligt mugu snara lykilin um og sostatt, at so fá fólk sum gjørligt gerast arbeiðsleys.
Í Føroyum verður tað øvugta gjørt – politiska skipanin hevur seinastu mánaðirnar álagt gjøld og økt munandi um gjøld á tænastum til fyritøkur. Nevnast kunnu fleiri lógaruppskot, sum eru samtykt ella eru á veg í Løgtingið harímillum havumhvørvislógin, alilógin, matvørulógin og lógin fyri innflutningi av rúsdrekka. Harumframt eru kunngerðir sum áseta gjøld lýstar og til hoyringar í løtuni, sum áseta gjøldini.
Tað er ótrúligt, at politiska skipanin leggur stein omaná byrðu í eini tíð har tað átti at verið hildið aftur við slíkum átøkum. Hetta er ein ábending um, at politiska skipanin als ikki hevur fingið við, hvussu støðan er á marknaðum bæði uttanlands og her heima.
Formaðurin í Føroya Arbeiðsgevarafelag, Jóhan Páll Joensen, sigur at “eg kann ikki fyristilla mær, at ætlanin er at leggja stein omaná byrðu hjá vinnuni og vil eg tí heita á politisku skipanina um at taka hetta mál til viðgerðar beinanvegin”.

Annað á breddanum

  1. Semja um nýggjan sáttmála við Samverk

    Føroya Arbeiðsgevarafelag og Samverk hava gjørt nýggjan tvey ára sáttmála

    08. Apríl. 2025 | Sáttmálasamráðingar
    Samverk
  2. Vinnuhúsið á vitjan í Fuglafirði og á Kambsdali

    Myndafrásøgn: Tveir dagar, átta fyritøkur og óteljandi góðar samrøður. Týsdagin og mikudagin í farnu viku vóru starvsfólkini í Vinnuhúsinum á virkisvitjan í Fuglafirði og á Kambsdali

    07. Apríl. 2025 | Almenn tíðindi
    Havsbrún 1
  3. Barbara nýggj í Samskifti

    Barbara Maria Lamhauge er nýggj í nevndini í felagnum Samskifti.

    07. Apríl. 2025 | KT- og samskifti
    Nevnd Samskifti 2025