Avtakið fiskavirkisskipanina og brúkið fastlønarsáttmálan fyri fiskavirkir

07. februar. 2011 | Áskoðan

Føroya Arbeiðsgevarafelag tekur undir við sjónarmiðunum hjá landsstýrismanninum í vinnumálum um at avtaka fiskavirkisskipanina.

                    

Sokallaða fiskavirkisskipanin varð sett í gildi, tá Arbeiðsloysisskipanin (ALS) varð sett á stovn. Argumentini vóru at tryggja arbeiðsfólkunum á fiskavirkjunum ímóti skiftandi veðrið og rávørutrotið. Síðan tá er fiskavirkisskipanin víðkað til eisini at geva ískoytið til onnur enn tey, sum arbeiða á fiskavirkjum.
Tað er ongin loyna, at Føroya Arbeiðsgevarafelag heldur, at fiskavirkisskipanin eigur at verða avtikin. Orsøkin er, at fiskavirkisskipanin, skattalætti til sjómenn og líknandi skipanir eru við til at upprætthalda ein yvirkapasitet í fiskivinnuni. Hesi yvirkapasitetur viðvirkar til, at vit hava fleiri virkir, enn rávørugrundarlag er fyri, og soleiðis gerst møguleikin av bjóða arbeiðsfólkunum í vinnugreinini fulla arbeiðsviku avmarkaður. Um færri virkir eru, so fáa tey virkini meira rávøru og fáa sostatt fleiri tímar til síni starvsfólk.
Við seinastu samráðingar millum Føroya Arbeiðsgevarafelag og arbeiðarafeløgini varð semja gjørd um ein fastlønarsáttmála fyri tey, sum starvast á fiskavirkjunum. Hesin serligi sáttmáli er gjørdur fyri at fáa eina fastlønarskipan til fiskavirkini, við støði í, at hesi hava óstøðuga rávørunøgd og sostatt óstøðugt arbeiði til starvsfólkini.
Tað eru virkir, sum hava víst hesum fastlønarsáttmála áhuga, men tað vísir seg, at fleiri av teimum aftra seg at fara undir at brúka nýggja fastlønarsáttmálan.
Orsøkin er fiskavirkisskipanin, tí starvsfólk í fiskiídnaðinum fáa ikki ískoyti úr fiskavirkisskipanini, meðan tey eru fastlønt, tí eru fyrimunirnir við at nýta fastlønarsáttmálan avmarkaðir. Føroya Arbeiðsgevarafelag heldur, at varð fiskavirkisskipanin avtikin, so hevði verið neyðugt hjá arbeiðsgevarum at tryggja arbeiðsfólkunum eina javna inntøku til tess at varðveita hesi. Soleiðis hevði fastlønarsáttmálin vorðið tað alternativið, sum ætlanin við honum er.

Annað á breddanum

  1. Frídagar um páskirnar

    Skírisdagur, langi fríggjadagur og 2. páskadagur eru heilir frídagar

    14. Apríl. 2025
    3 (3)
  2. Magnus Magnussen heldur fram sum formaður

    Nevndin í Føroya Handverksmeistarafelag hevur skipað seg

    14. Apríl. 2025 | Handverk og ídnaður
    Billede1 (3)
  3. Semja gjørd við Flogskiparafelag Føroya

    Føroya Arbeiðsgevarafelag og felagið fyri flogskiparar hava gjørt nýggjan tvey ára sáttmála

    14. Apríl. 2025 | Arbeiðsmarknaður
    Flogskiparafelag Føroya