Eftirspurningurin eftir laksaportiónum hjá Bakkafrost er øktur, men alivinnan hevur avbjóðingar við príslækkingum, dýrari frakt og verri gjaldføri hjá kundum.
Corona hevur broytt matvørumarknaðin og eisini framleiðsluna hjá føroysku alifyritøkuni, Bakkafrost.
Vanliga hevur 2/3 av framleiðsluni verið heilur, feskur laksur til sushi-matstovur og roykivirki kring heimin, meðan 1/3 hevur verið laksaportiónir.
Ikki einfalt at broyta
Corona hevur fingið nógvar matstovur at steingja fyribils, og tí er trupult at selja heila laksin. Hinvegin er eftirspurningurin eftir laksaportiónum til matvøruhandlarnar øktur munandi, tí fólk eta meira heima.
Bakkafrost roynir at laga seg til nýggja veruleikan, men tað er ikki einfalt at flyta vørurnar yvir í eitt annað segment, ásannar Regin Jacobsen, stjóri í Bakkafrost.
- Virkið á Glyvrum, har portiónirnar verða framleiddar, varð tikið í nýtslu í 2017. Tað hevur tikið tíð at fáa framleiðsluna at koyra, sum hon eigur. Nú koyrir framleiðslan av portiónum sera væl, og virkið hevur kapasitet til at økja framleiðsluna.
Keypararnir til portiónirnar eru har, men nú er Bakkafrost í teirri støðu, at tey mangla uml. 30 fólk til øktu framleiðsluna á Glyvrum. Tey hava lýst eftir fólki, men tað er trupult at fáa.
- Tað er eitt sindur løgið, at vit standa og mangla fólk, meðan fult av fólki er í ALS-skipanini, sigur Regin Jacobsen.
Lægri prísur og dýrari frakt
Hóast tað gongur væl at selja laksaportiónir, hava bæði Bakkafrost og aðrar alifyritøkur nógvar avbjóðingar av corona.
Laksaprísurin er fallin úr 70 krónum kilo niður í 35 kr. kilo eftir fáum mánaðum.
Tað er truplari at flyta vøruna millum lond, og fraktkostnaðurin er øktur munandi.
Eisini er truplari at fáa trygging til keypararnar. Mynstrið er, at tá ið vøra verður seld til ein keypara, verður handilin tryggjaður. Fer keyparin av knóranum, fær seljarin endurgjald frá tryggingini.
Nú hendir tað seg javnan, at tryggingarfeløgini strika tryggingina á feløg ella minka hægsta tryggingarmark munandi. Tað kann vera hjá einstøkum keypara ella hjá keyparum í einum ávísum øki ella landi.
Hetta ger tað ótryggari og munandi truplari at útflyta vørur. Seljarin kann krevja, at kundin rindar vøruna, áðrenn hon verður send, men av tí at kreppa er nógvastaðni, er tað mest teir stóru kundarnir, sum megna at gjalda beinanvegin, sigur Regin Jacobsen.
Býtt upp í bólkar
Bakkafrost hevur gjørt nógv burturúr at minka um smittuvandan millum starvsfólkini. Hóast ongin kundi fyrireika seg til stóru avbjóðingarnar av corona, hevur tað tó verið ein fyrimunur at hava arbeitt við sjúkufyribyrging í 20 ár og strongum reinføriskrøvum, ásannar Regin Jacobsen.
- Vit hava átøk at basa smittu allastaðni í fyritøkuni. Fólk eru býtt upp í smáar bólkar – 3 til 5 fólk í hvørjum - og hesi halda seg til sítt toymi.
Skipini hjá Bakkafrost hava tvær manningar, sum eru umborð 2-3 vikur í senn. Manningin verður heilsukannað, áðrenn hon fer umborð. Og einans manningin sleppur umborð.
Í kantinunum eru starvsfólkini býtt upp, og kaffimaskinurnar verða stýrdar við fótbetjening. Og har starvsfólk fyrr sjálvi skuldu stempla inn, tá tey møttu til arbeiðis, sita nú fólk í móttøkuni og gera hetta fyri tey.
- Høvuðsprinsippið í smittufyribyrgingini er, at tú skalt hugsa, at onkur er sjúkur millum okkum, og at hini ikki skulu gerast sjúk, sigur Regin Jacobsen.
Kanna starvsfólkini
Bakkafrost hevur bjóðað øllum starvsfólkunum at verða kannað fyri corona. Hvørt starvsfólk verður kannað 14. hvønn dag í tveir mánaðir. Bakkafrost rindar kanningarnar.
Hóast corona og sjúkur í alivinnuni sjálvandi ikki heilt kunnu samanberast, so snýr tað seg í báðum førum um at early detection – at finna smittuna so tíðliga sum gjørligt, sigur Regin Jacobsen.
- Tað kann hugsast, at corona er meira útbreidd í Føroyum, enn vit halda. Bakkafrost hevur starvsfólk í næstan øllum pørtum av landinum, og við at kanna øll 1.000 starvsfólkini kemur hetta at fevna rættiliga breitt kring alt landið.
Heilsufrøðiliga Starvsstovan hevur tøkan kapasitet at gera kanningar. Avtalan er, at Heilsuverkið hevur altíð fyrsta rætt, og kanningar frá Bakkafrost eru raðfestar aftan fyri tørvin hjá Heilsuverkinum, og fara harvið ikki at darva Heilsuverkinum á nakran hátt, sigur Regin Jacobsen.
Alivinnan stendur fyri helvtini av føroyska útflutninginum. Regin Jacobsen vísir á, at verður framleiðslan darvað ella steðgar upp orsakað av coronasmittu, fær hetta stórar avleiðingar fyri útflutningin og harvið okkara búskap.
Útlitini
Fer árið 2020 at síggjast sum eitt lakari ár á botnlinjuni hjá Bakkafrost?
- Tað er alment kent, at laksaprísurin er farin niður í helvt frá januar til nú. Og hetta verður eitt trupult ár fyri bæði búskapin í Føroyum og øllum londum. IMF metir, at búskapurin í heiminum fer at minka millum 3 og 15%. Tað er truplari at útflyta vørur, og keyparar hjá okkum eru hart raktir. So tað snýr seg um, at vit skulu koma gjøgnum 2020 á besta hátt og gera alt fyri at koma væl inn í 2021, sigur Regin Jacobsen.
Hann leggur aftrat, at í truplum tíðum koma ofta eisini nýggir møguleikar. Kundar sum spyrja eftir nýggjum vørum. So vit skulu eisini duga at taka av teimum møguleikunum, sum koma.