Banka- og sparikassabøkurnar fara nú í søguna

15. januar. 2010 | Tíðindi | Almenn tíðindi

Føroysku peningastovnarnir hava í felag tikið avgerð um at avtaka banka- og sparikassabøkurnar. Henda broyting fær gildi tann 1. mars í ár.

Seinastu árini hava allir kundar fingið nýggjar møguleikar í staðin fyri banka- ella sparikassabókina, sum vit kenna hana. Av tí sama hevur talið av kundum við banka- og ella sparikassabók verið alsamt minkandi, og hava peningastovnarnir tí avgjørt, at fara heilt burtur frá hesi tænastu, ið ikki longur er tíðarhóskandi.
Í staðin fyri banka- og sparikassabøkurnar fáa kundar tilboð um kontu við ella uttan kontuavrit. Kundar, sum ikki longu hava eitt kort til brúkskontu sína, fáa somuleiðis tilboð um gjaldskort, ið er ein meira tíðarhóskandi tænasta.
Peningastovnarnir hava fleiri ymisk gjaldskort at velja ímillum, og tí ber til at fáa kort, sum hóska til tørvin hjá tí einstaka. Tað eru í dag betri møguleikar at fylgja við gongdini á kontuni, enn við eini banka- ella sparikassabók, eitt nú við netbankanum.
Allir kundar, ið hava eina banka- og sparikassabók fáa í hesum døgum bræv frá peningastovni sínum um hesa broyting.
Felagið Peningastovnar

Annað á breddanum

  1. NámX-næmingar fingu diplom í ferðavinnu

    NámX-næmingar fingu fríggjadagin diplom eftir níggju vikur við frálæru í ferðavinnu

    08. desember. 2025 | Ferðavinna
    IMG 5856
  2. Frávik frá føroyska málinum fær kalda móttøku

    Bæði Føroya Handverksmeistarafelag og Ráðgevarafelagið mótmæla uppskotinum um at loyva útboðum á øðrum máli enn føroyskum

    08. desember. 2025 | Almenn tíðindi
    Skærmbillede 2023 05 30 120113
  3. KT-vinnan setur útflutning á dagsskránna

    KT-vinnan savnast 16. desember fyri at seta útflutning av føroyskum KT-loysnum í miðdepilin og leggja kós fyri altjóða menning

    02. desember. 2025 | KT- og samskifti
    Vinnuhusid 4