Bankum dáma ikki at læna pengar út til byggivinnuna

29. november. 2010 | Tíðindi | Handverk og ídnaður

Nýggj donsk kanning vísir, at talið av byggi- og anleggsfyritøkum, ið søkja um fígging, er hækkað. Samstundis vísir onnur kanning, at fíggjargeirin ikki lænir meira pening út til hesar fyritøkur.

Danmarks Statistik hevur kannað møguleikarnar hjá smáum og miðalstórum fyritøkum fyri at fáa fígging úr peningastovnunum. Kanningin vísir, at 40% av fyritøkunum hava søkt um fígging í 2009/2010, í mun til 34% í 2007. Ein onnur kanning, ið Tjóðbankin hevur gjørt, vísir tó, at peningastovnarnir ikki hava hug at veita fígging til hesar fyritøkur.
Kanningin hjá Danmarks Statistik vísir týðiliga, at fíggingarmøguleikarnir hjá hesum fyritøkum eru munandi versnaðir. Uppá stutta tíð hava bankarnir broytt mannagongd og latið kassan aftur fyri einum munandi parti av fyritøkunum. Harvið vátta hagtølini frá Danmarks Statistik teir vánaligu fíggingarmøguleikarnar hjá smáum og miðalstórum fyritøkum, sum danska Handverksráðið leingi hevur víst á. Síðsta útlánskanningin hjá Tjóðbankanum vísir eisini, at bankarnir halda fast um tann sera stranga kredittpolitikkin, sigur Jacob Thiel, leiðandi búskaparfrøðingur hjá Handverksráðnum.
Kelda: bygnet.dk

Annað á breddanum

  1. Frídagar um páskirnar

    Skírisdagur, langi fríggjadagur og 2. páskadagur eru heilir frídagar

    14. Apríl. 2025
    3 (3)
  2. Magnus Magnussen heldur fram sum formaður

    Nevndin í Føroya Handverksmeistarafelag hevur skipað seg

    14. Apríl. 2025 | Handverk og ídnaður
    Billede1 (3)
  3. Semja gjørd við Flogskiparafelag Føroya

    Føroya Arbeiðsgevarafelag og felagið fyri flogskiparar hava gjørt nýggjan tvey ára sáttmála

    14. Apríl. 2025 | Arbeiðsmarknaður
    Flogskiparafelag Føroya