Nevnd Samskifti 2025
Samskifti

Barbara nýggj í Samskifti

07. apríl. 2025 | Tíðindi | KT- og samskifti

Barbara Maria Lamhauge er nýggj í nevndini í felagnum Samskifti.

Hósdagin 3. apríl var aðalfundur í felagnum Samskifti. Allir nevndarlimir stóðu fyri vali, og  Tór Verland Johansen tók ikki við afturvali. Nývald í nevndina er Barbara Maria Lamhauge frá Sansum.

Nevndini í Samskifti er sostatt mannað soleiðis:

  • Michael Koba, KOVBOYFILM
  • Rókur Jákupsson Jakobsen, Virka
  • Niels Uni Dam, Nudlavirkið
  • Barbara Maria Lamhauge, Sansir

Nevndin skipar seg á næsta nevndarfundi.

Stutt um Samskifti
Samskifti, sum kallaðist Reklamufelagið fram til 2009, var stovnað í 2002. Endamál felagsins er at savna føroysku lýsingarfyritøkurnar og taka sær av teirra yrkisligu, felagsligu og fíggjarligu áhugamálum.

Samskifti arbeiðir fyri, at lýsingarfyritøkur skulu hava góðar og javnbjóðis treytir at virka undir. Felagið vil, at útboð eru gjøgnumskygd og væl úr hondum greidd.

Les meira um felagið her.

Annað á breddanum

  1. Frídagar um páskirnar

    Skírisdagur, langi fríggjadagur og 2. páskadagur eru heilir frídagar

    14. Apríl. 2025
    3 (3)
  2. Magnus Magnussen heldur fram sum formaður

    Nevndin í Føroya Handverksmeistarafelag hevur skipað seg

    14. Apríl. 2025 | Handverk og ídnaður
    Billede1 (3)
  3. Semja gjørd við Flogskiparafelag Føroya

    Føroya Arbeiðsgevarafelag og felagið fyri flogskiparar hava gjørt nýggjan tvey ára sáttmála

    14. Apríl. 2025 | Arbeiðsmarknaður
    Flogskiparafelag Føroya