Nakrar broytingar vóru í nevndini í Handilsvinnufelagnum á ársaðalfundinum, sum varð hildin í Vinnuhúsinum mikudagin 19. apríl 2023
Á ársaðalfundinum í Handilsvinnufelagnum vórðu tveir nýggir limir valdir í nevndina fyri Claus V Chritsensen og Áka V Poulsen, sum fóru úr nevndini. Nýggju limirnir í nevndini eru Bjarni Bogason og Hilmar Sam Lamhauge.
Nevndin í Handilsvinnufelagnum hevur skipað seg soleiðis:
Bergur R. D. Jensen, formaður
Bjarni Bogason, næstformaður
Eyðvør Berg, nevndarlimur
Gunnar Mohr, nevndarlimur
Hilmar Sam Lamhauge, nevndarlimur