Bergur Poulsen heldur fram sum formaður í Arbeiðsgevarafelagnum

02. juni. 2014 | Tíðindi | Almenn tíðindi

Føroya Arbeiðsgevarafelag hevði ársaðalfund mikudagin 28. mai.

Á aðalfundinum vórðu Bergur Poulsen og Kristoffur Laksá afturvaldir, meðan Bogi Jacobsen, stjóri á Varðanum Pelagic og Fróði Magnussen, stjóri á Formula, vórðu nývaldir fyri Magna Arge og Jóhonnu á Bergi, sum ikki tóku við vali.

Nevndin, sum eisini er mannað við Høgni Hansen, Jón Sigurðsson og Atla Gregersen, skipaði seg við Bergur Poulsen sum formanni og Høgna Hansen sum næstformanni.

Til ber at lesa ársfrágreiðing Føroya Arbeiðsgevarafelags her.

Annað á breddanum

  1. Frídagar um páskirnar

    Skírisdagur, langi fríggjadagur og 2. páskadagur eru heilir frídagar

    14. Apríl. 2025
    3 (3)
  2. Magnus Magnussen heldur fram sum formaður

    Nevndin í Føroya Handverksmeistarafelag hevur skipað seg

    14. Apríl. 2025 | Handverk og ídnaður
    Billede1 (3)
  3. Semja gjørd við Flogskiparafelag Føroya

    Føroya Arbeiðsgevarafelag og felagið fyri flogskiparar hava gjørt nýggjan tvey ára sáttmála

    14. Apríl. 2025 | Arbeiðsmarknaður
    Flogskiparafelag Føroya