Bergur Poulsen nýggjur formaður í Føroya Arbeiðsgevarafelag

01. juni. 2011 | Tíðindi | Almenn tíðindi

Føroya Arbeiðsgevarafelag hevur í dag, 1. juni, havt ársaðalfund.

Í ársfrágreiðing felagsins var dentur lagdur á, at tørvur er á at fáa vinnupolitikkin aftur á beint. Serliga verða fiskivinnupolitikkurin, ferðavinnupolitikkurin og skattaskipanin viðgjørd. Ársfrágreiðing felgsins sæst her.
Fyri vanligum nevndarvali stóðu Kristoffur Laksá, Bergur Poulsen og Jóhanna á Bergi. Hesi stillaðu øll uppaftur og vórðu vald. Tveir nevndarlimir tóku seg úr nevndini. Hesir vóru Jóhan Páll Joensen og Meinhard Jacobsen. Í teirra stað vórðu valdir Atli Gregersen og Høgni Hansen.
Í nevndini sita nú Kristoffur Laksá, Estra; Bergur Poulsen, Havsbrún; Magni Arge, Atlantic Ariways; Jón Danielsen, Articon; Jóhanna á Bergi, Faroe Ship; Atli Gregersen, Luna; og Høgni Hansen, Poul Hansen.
Eftir aðalfundin skipaði nevndin seg við Bergur Poulsen sum formanni og Høgna Hansen sum næstformanni.

Annað á breddanum

  1. Frídagar um páskirnar

    Skírisdagur, langi fríggjadagur og 2. páskadagur eru heilir frídagar

    14. Apríl. 2025
    3 (3)
  2. Magnus Magnussen heldur fram sum formaður

    Nevndin í Føroya Handverksmeistarafelag hevur skipað seg

    14. Apríl. 2025 | Handverk og ídnaður
    Billede1 (3)
  3. Semja gjørd við Flogskiparafelag Føroya

    Føroya Arbeiðsgevarafelag og felagið fyri flogskiparar hava gjørt nýggjan tvey ára sáttmála

    14. Apríl. 2025 | Arbeiðsmarknaður
    Flogskiparafelag Føroya