Besti hjálparpakkin er at keypa vørur og hava opið

06. apríl. 2020 | Áskoðan

Mest effektivi hjálparpakkin er, at land, kommunur og vinnufyritøkur varðveita eftirspurningin eftir vørum og tænastum hjá vinnuni, og at almennir stovnar avgreiða umsóknir og loyvisviðurskifti skjótt og væl.

Hjálparpakkar til vinnuna eru nógv í middeplinum í løtuni, og eingin ivi er um, at partar av vinnuni hava stóran tørv á fíggjarligum íkasti fyri at tryggja, at arbeiðsplássini eru tøk, tá ið tiltøkini at fyribyrgja spjaðing av COVID-19 verða avtikin.

Kring landið og í teimum kommunum har, sum eftirspurningur framvegis er leggja fyritøkurnar arbeiðið soleiðis til rættis, at tær kunnu halda á at framleiða vørur og tænastur. Fyri hesar fyritøkur er størsta hjálpin, at land, kommunur o.o. halda fram við at spyrja eftir vørum og tænastum, og ikki byrja at útseta verkætlanir. Og ber til at seta enn meira ferð á eftirspurningin, so minkar tørvurin á hjálparpakkum til hendan partin av vinnulívinum.

Her verður hugsað um stóra eftirsleipið, sum Landsverk í áravís hevur fráboðað er í mun til manglandi viðlíkahald av almennum ognum. Harundir almennir bygningar, veganetið, tunlar og brúgvar um alt landið.

Somuleiðis eru nakrar almennar verkætlanir, sum eru komnar í drag orsaka av stóra virkseminum, sum hevur verið seinastu árini. Nú er tíðin komin at taka hesar framaftur og fáa gongd á tær. Her verður hugsað um m.a. barnaheimið, heim fyri børn og ung við autismu umframt heim til børn og ung við avbjóðingum.

Leggjast kann afturat, at við at stimbra eftirspurningin og halda virkseminum gangandi í mestan mun umframt at seta nýggjar verkætlanir í gongd vilja meira enn bara fyritøkur í byggi- og handverksvinnuni merkja ein bata.

Virksemi vil breiða seg sum ringar og ávirka aðrar vinnur við eitt nú handilsvinnan og fluttningsvinnan umframt eisini matstovuvinnan, sum í løtuni hevur eitt ávís virksemi knýtt at teimum verkætlanum, sum hóast alt eru í gongd enn.

Mugu avgreiða mál

Skulu hesar fyritøkur hava møguleika at halda samfelagshjólunum malandi, er tað ein fortreyt, at tað ber til at fáa avgreitt mál hjá fyrisitingum og stovnum. Føroya Arbeiðsgevarafelag er kunnað um, at m.a. byggimál koma í drag, tí myndugleikaumsóknir og -góðkenningar av ymiskum slagi ikki verða avgreiddar.

Umhvørvisstovan, friðingarnevndir, byggiumsitingar v.m. mugu halda fram at avgreiða mál, so virksemið í vinnuni ikki steðgar upp av hesum ávum. Eisini mugu ansingarstovnar taka ímóti børnum hjá teimum starvsfólkum í vinnuni, sum hava tørv á ansing.

Ógreiður boðskapur skapar iva

Løgmaður hevur fleiri ferðir sagt í miðlunum, at hóast Føroyar er farnar niður í ferð, mugu vit royna at halda samfelagshjólunum malandi í mestan mun. Hóast boðskapurin frá løgmanni er púra greiður, so sýnist tað sum, at summar kommunur, almennir stovnar o.fl. ikki hava fingið boðskapin við ella tikið hann til sín. So seint sum hósdagin á middegi, segði formaðurin í Kommunufelagnum, at Føroyar eru “lukkaðar niður”. Tað hevur alstóran týdning fyri føroyska búskapin komandi tíðina, at okkara almennu leiðarar taka avbjóðingina at halda samfelagnum koyrandi á sínar herðar. Um boðskapurin frá almennu skipanini er ógreiður ella mótstríðandi, er tað ikki so løgið, um fólk ivast í, hvat er galdandi.

Tað er avgerandi fyri búskapin og arbeiðsplássini í teimum vinnugreinum, sum ikki eru so hart raktar av tilmælum frá heilsufakligu myndugleikunum, at tær fyritøkur, sum hava møguleika fyri tí, sleppa til arbeiðis. Kann politiska skipanin tryggja vinnuni hetta, eru hjálparpakkar til hendan partin av vinnuni ikki neyðugir, og tá er nógv vunnið.

Annað á breddanum

  1. Starv sum samskiftisráðgevi til Vinnuhúsið

    Føroya Arbeiðsgevarafelag søkir eftir einum samskiftisráðgeva til Vinnuhúsið

    25. November. 2024 | Almenn tíðindi
    Ráðgevi2
  2. Hátíðarhald og diplomhandan í ferðavinnu í Vinnuhúsinum

    Týsdagin í farnu viku fingu næmingar í íverksetanar- og ferðavinnubreytini á NámX handað prógv í Vinnuhúsinum

    25. November. 2024 | Ferðavinna
    Námx 2
  3. LX International á vitjan í Vinnuhúsinum

    Í farnu viku vóru umboð frá Suðurkoreansku fyritøkuni, LX International, í Føroyum og kunnaðu seg um Føroyar og føroyskt vinnulív. Serliga var áhugin stórur fyri føroyskum makreli og laksi.

    25. November. 2024 | Samhandil
    Depositphotos 442622378 L