Brasil

Betri atgongd til Brasil

11. mars. 2024 | Tíðindi | Almenn tíðindi

Ein heilsufrøðilig góðkenning krevst frá matvørumyndugleikanum í Brasil, MAPA, áðrenn føroyski útflutningurin kann gerast veruleiki.

Føroyskar útflutningsfyritøkur vilja sleppa at útflyta fisk til Brasil, sum er fólkaríkasta landið í Suðuramerika. Tað svara fleiri útflytarar í einari kanning, sum Føroya Arbeiðsgevarafelag ger um marknaðaratgongd.

Saltfiskamarknaðurin í Brasil er bæði stórur og góður, og tí seta fleiri føroyskar fyritøkur sína vón til, at tað skjótt gerst møguligt at útflyta fisk til Brasil.

Drúgt mál
Tað eru eftirhondini meira enn 10 ár síðani, at tilgongdin byrjaði við at vinna Føroyum betri atgongd til stóra og góða brasilska marknaðin. Ein heilsufrøðilig góðkenning krevst frá matvørumyndugleikanum í Brasil, MAPA, áðrenn føroyski útflutningurin kann gerast veruleiki.

Ein høvuðsorsøk til, at tilgongdin framvegis ikki er komin á mál, er, at brasilski matvørumyndugleikin, MAPA, ikki enn hevur verið á eftirlitsvitjan í Føroyum.

Føroyskir myndugleikar hava tvær ferðir verið til reiðar at taka ímóti matvørumyndugleikanum úr Brasil, men báðar ferðir hava tey avlýst.

Vilja hava somu møguleikar
Landsstýrismaðurin í uttanríkis- og vinnumálum segði herfyri, at samband aftur er millum føroyskar – og brasilskar myndugleikar. Ráfiskakeyparafelagið hevur í nógv ár víst á, at tað er neyðugt við betri marknaðaratgongd, serliga í Suðuramerika, so føroyskir útflytarar hava somu møguleikar sum okkara fremstu kappingarneytar í øðrum londum. Eitt nú hava Noreg, Ísland og Danmark leingi hava havt atgongd til at útflyta fiskavørur til Brasil.

Vónandi kann eitt føroyskt gjøgnumbrot gerast veruleiki heilt skjótt.

Annað á breddanum

  1. Frídagar um páskirnar

    Skírisdagur, langi fríggjadagur og 2. páskadagur eru heilir frídagar

    14. Apríl. 2025
    3 (3)
  2. Magnus Magnussen heldur fram sum formaður

    Nevndin í Føroya Handverksmeistarafelag hevur skipað seg

    14. Apríl. 2025 | Handverk og ídnaður
    Billede1 (3)
  3. Semja gjørd við Flogskiparafelag Føroya

    Føroya Arbeiðsgevarafelag og felagið fyri flogskiparar hava gjørt nýggjan tvey ára sáttmála

    14. Apríl. 2025 | Arbeiðsmarknaður
    Flogskiparafelag Føroya