Betri atgongd til starvsfólk úr útlondum

04. oktober. 2021 | Tíðindi | Almenn tíðindi

Landsstýrismaðurin í umhvørvis- og vinnumálum hevur nú boðað frá, at føroyskir arbeiðsgevarar fara at fáa lættari atgongd til útlendsk starvsfólk, áðrenn hetta árið er úti

Á árliga Vinnudegnum fríggjadagin í farnu viku, kom landsstýrismaðurin í umhvørvis- og vinnumálum við hesi fráboðan: ”Tað gleðir meg, at eg í dag kann boða frá, at eg í november fari at gera eina avtalu við danska ráðharran í útlendingamálum um eina sonevnda fast-track skipan, sum vil gera tað lættari og smidligari at fáa fatur á útlendskari arbeiðsmegi. Í hesi skipan kunnu allir vinnugeirar fáa lærda og ófaklærda arbeiðsmegi úr triðjalondum til Føroya, tá arbeiðsloysið er undir 3,5%. Fyritøkur skulu undangóðkennast eins og í ES skipanini, men útlendingurin kann tó ikki byrja at arbeiða fyrr enn endaligt loyvi er latið. Hinvegin so hava vit og danir sett okkum sum mál, at tað skal ikki taka longur enn 30 dagar at avgreiða eitt loyvi”.

Føroya Arbeiðsgevarafelag fegnast um greiðu boðini frá landsstýrismanninum, Magnus Rasmussen. "Hetta er eitt sera stórt framstig fyri føroyskar vinnufyritøkur, tí starvsfólkamangul er tann størsta avbjóðingin hjá okkara limum í løtuni", sigur Marita Rasmussen, stjóri í Føroya Arbeiðsgevarafelag. ”Vit hava strongt á myndugleikarnar at lætta um atgongdina fyri útlendskari arbeiðsmegi í fleiri ár, og nú sær út til, at hetta fer at eydnast”, sigur Marita Rasmussen.

Annað á breddanum

  1. Frídagar um páskirnar

    Skírisdagur, langi fríggjadagur og 2. páskadagur eru heilir frídagar

    14. Apríl. 2025
    3 (3)
  2. Magnus Magnussen heldur fram sum formaður

    Nevndin í Føroya Handverksmeistarafelag hevur skipað seg

    14. Apríl. 2025 | Handverk og ídnaður
    Billede1 (3)
  3. Semja gjørd við Flogskiparafelag Føroya

    Føroya Arbeiðsgevarafelag og felagið fyri flogskiparar hava gjørt nýggjan tvey ára sáttmála

    14. Apríl. 2025 | Arbeiðsmarknaður
    Flogskiparafelag Føroya