Betri møguleika at fylgja við rentunum

30. november. 2009 | Tíðindi | Almenn tíðindi

Føroysku peningastovnarnir bjóða nú kundum sínum, sum hava lán við broytiligari rentu, at fáa beinleiðis kunning um rentubroytingar

Kundar í føroysku peningastovnunum, sum hava lán við broytiligari rentu, hava nú møguleika at fáa beinleiðis kunning um rentubroytingar, sum hava ávirkan á teirra lán, um netbankan, í telduposti ella í brævi. Í kunningini er yvirlit yvir hvørji lán verða ávirkað av broytingini.
Kundar, sum hava netbanka, fáa boð beinleiðis umvegis netbankan. Teir kundar, sum ikki hava netbanka, kunnu venda sær til sín peningastovn og tekna seg til at fáa beinleiðis boð antin í telduposti ella í brævi.
“Hetta fer at gera tað væl lættari hjá kundum okkara at fylgja við gongdini í rentunum á egnum lánum og øðrum viðurskiftum”, sigur Janus Petersen, formaður í felagnum Føroyskir Peningastovnar, sum vónar, at fólk fara at taka væl ímóti nýggja møguleikanum.
Peningastovnarnir fara tó framvegis eisini at kunna um rentubroytingar á heimasíðunum.

Annað á breddanum

  1. Frídagar um páskirnar

    Skírisdagur, langi fríggjadagur og 2. páskadagur eru heilir frídagar

    14. Apríl. 2025
    3 (3)
  2. Magnus Magnussen heldur fram sum formaður

    Nevndin í Føroya Handverksmeistarafelag hevur skipað seg

    14. Apríl. 2025 | Handverk og ídnaður
    Billede1 (3)
  3. Semja gjørd við Flogskiparafelag Føroya

    Føroya Arbeiðsgevarafelag og felagið fyri flogskiparar hava gjørt nýggjan tvey ára sáttmála

    14. Apríl. 2025 | Arbeiðsmarknaður
    Flogskiparafelag Føroya