Føroya Arbeiðsgevarafelag hevur havt aðalfund.
Hósdagin í farnu viku, hin 19. juni, hevði Føroya Arbeiðsgevarafelag ársaðalfund sín.
Fyri vali á aðalfundinum stóðu Jón Sigurdsson, Høgni Hansen og Árni Ellefsen. Allir vórðu teir afturvaldir, og nevndin heldur fram óbroytt. Í nevndini í Føroya Arbeiðsgevarafelag sita Bogi Jacobsen, formaður, Høgni Hansen, næstformaður, Kristoffur Laksá, Atli Gregersen, Fróði Magnussen, Jens Meinhard Rasmussen, Odd Eliasen, Jón Sigurdsson og Árni Ellefsen.
Á aðalfundinum legði Bogi Jacobsen fram ársfrágreiðing felagsins. Umframt at kunna um gongdina í ymsu vinnugreinunum setur Føroya Arbeiðsgevarafelag í ársfrágreiðing síni hesuferð serliga ljós á
- manglandi vinnupolitikkin,
- at tað er neyðugt at lofta møguleikunum í ferðavinnuni,
- kappingarføri Føroya.
Hesi evni verða viðgjørd í aðrari grein her á síðuni: Føroya Arbeiðsgevarafelag eftirlýsir miðvísum vinnupolitikki
Samlaða ársfrágreiðingin hjá Føroya Arbeiðsgevarafelag sæst her.