Nevndin í Føroya Arbeiðsgevarafelag hevur skipað seg.
Á nevndarfundi í farnu viku skipaði Føroya Arbeiðsgevarafelag seg við Boga Jacobsen sum formanni. Bogi Jacobsen er stjóri á uppisjóvarvirkinum Varðanum Pelagic á Tvøroyri, har umleið 120 fólk arbeiða, og hevur sitið í nevndini í Føroya Arbeiðsgevarafelag síðan 2014.
Høgni Hansen heldur fram sum næstformaður.
Afturat hesum sita Atli Gregersen, Kristoffur Laksá, Jón Sigurdsson, Fróði Magnussen og Jens Meinhard Rasmussen í nevndini.
Aðalfundur felagsins varð hildin hin 18. mai, tá fráfarni formaðurin, Bergur Poulsen, takkaði fyri seg.
Til ber at lesa ársfrágreiðinga hjá Føroya Arbeiðsgevarafelag her.