Bóklingur um Nevndararbeiði 2009

28. september. 2009 | Tíðindi | Almenn tíðindi

Í november 2003 gav Føroya Arbeiðsgevarafelag út bóklingin "Nevndararbeiði". Bóklingurin viðger virkisleiðslu við serligum denti á nevndararbeiðið.
1. januar 2008 varð nýggj partafelags- og ársroknskaparlóg sett í gildi í Føroyum, og tað er orsøkin til dagføringina av bóklinginum.
Bóklingurin er nú dagførdur og liggur tøkur hjá limum í Føroya Arbeiðsgevarafelag, ókeypis. Í hesu aðru útgávu er bóklingurin dagførdur við tilvísingum til nýggjar lógir, og eru aðrar smávegis broytingar eisini framdar.
Í løtuni verður arbeitt við at savna smá- og partafelagslógina í eina lóg, og tí er avgjørt, at bóklingurin bert er tøkur, sum web-útgáva. Tá lógin er samansjóðað er ætlanin at dagføra bóklingin enn einaferð, soleiðis at hann tá verður tøkur sum pappírsútgáva.

Annað á breddanum

  1. Frídagar um páskirnar

    Skírisdagur, langi fríggjadagur og 2. páskadagur eru heilir frídagar

    14. Apríl. 2025
    3 (3)
  2. Magnus Magnussen heldur fram sum formaður

    Nevndin í Føroya Handverksmeistarafelag hevur skipað seg

    14. Apríl. 2025 | Handverk og ídnaður
    Billede1 (3)
  3. Semja gjørd við Flogskiparafelag Føroya

    Føroya Arbeiðsgevarafelag og felagið fyri flogskiparar hava gjørt nýggjan tvey ára sáttmála

    14. Apríl. 2025 | Arbeiðsmarknaður
    Flogskiparafelag Føroya