Brasilia, íverksetaravirksemi á heimsstøði

04. apríl. 2011 | Tíðindi | Útbúgving og gransking

Brasilia er á heimsstøði, tá tað snýr seg um íverksetaravirksemi, og samstundis er Brasilia eitt av heimsins mest mentunarligu opnu londum.

Brasilia verður mett at vera ein av heimsins týdningarmiklastu vakstrarmarknaðum. Ein av orsøkunum til hetta er ein íverksetara andi á heimsstøði. Næstan fimti hvør brasiliari (17,5 %) í arbeiðsførum aldri hevur eina nýstovnaða fyritøku.
Hetta merkir, at Brasilia er á odda á íverksetarahermótinum samanborið við hini trý BRIK londini – Russland, India og Kina. Og Brasilia liggur langt oman fyri íverksetaravirksemi í vanligum OECD londum.
31 % av teimum brasiliansku íverksetarunum hava stovnað egna fyritøku av neyð. Tað er vanlig heimaframleiðsla, sum fyri nøkur kann vera einasti máti at fáa eina inntøku. Tað er eitt rák, ið er meiri útbreitt í londum, sum eru í menning, meðan færri íverksetarar av hesum slagi eru í meiri múgvandi londum við umfatandi sosialum veitingum og vælferðarskipanum. Til samanberingar kann nevnast, at í Danmark er samsvarandi tal fyri persónar í arbeiðsførum aldri við nýstovnaðari fyritøku 8 %. Í Føroyum hava vit ikki hagtøl fyri íverksetaravirksemi.

Kelda: DI

Annað á breddanum

  1. Frídagar um páskirnar

    Skírisdagur, langi fríggjadagur og 2. páskadagur eru heilir frídagar

    14. Apríl. 2025
    3 (3)
  2. Magnus Magnussen heldur fram sum formaður

    Nevndin í Føroya Handverksmeistarafelag hevur skipað seg

    14. Apríl. 2025 | Handverk og ídnaður
    Billede1 (3)
  3. Semja gjørd við Flogskiparafelag Føroya

    Føroya Arbeiðsgevarafelag og felagið fyri flogskiparar hava gjørt nýggjan tvey ára sáttmála

    14. Apríl. 2025 | Arbeiðsmarknaður
    Flogskiparafelag Føroya