Broytið skattaskipanina!

20. juni. 2011 | Tíðindi | Almenn tíðindi

Arbeiðsgevarar hava torført við at fáa fólk til at arbeiða eyka. Orsøk: tann føroyska skattaskipanin.

KT Felagið hevur áður víst á, at torført er at fáa (KT) serfrøðingar til landi at arbeiða í føroyskum fyritøkum. Harafturat er tað trupult at fáa verandi starvsfólk at arbeiða meira við at bjóða løn sum samsýning. Orsøkin er einføld: Motivið hjá dugnaligum starvsfólkum er at vinna pening – ikki at rinda skatt. Eingin ivi er um, at Føroyar hava tørv á fólkum, sum hava góð hugskot og vitan. Trupulleikin er bara tann, at tey dugnaligastu og mest initiativríku fólkini tíma illa at arbeiða eyka og vilja kanska ikki búseta seg í einum landi, har lítið forstáilsi er fyri, at um ein skal yvirliva í kappingini, er neyðugt, at tey mest hugskotsríku, vitandi og arbeiðssomu fólkini fáa teir bestu karmarnar at liva undir.
Marginalskatturin í Føroyum er til hindurs fyri at fáa fólk at arbeiða meira umframt at fáa útlendskar serfrøðingar til Føroyar at arbeiða. KT vinnan saknar eina serskattaskipan, sum eggjar serfrøðingum at koma til Føroyar at arbeiða, og føroyingum at veita føroyskar loysnir uttanlands.
Danmark innførdi longu í 1991 serskattaviðurskifti fyri útlendskar serfrøðingar v.m., tí hesir í stóran mun fóru til onnur lond at arbeiða har lønin var hægri og skatturin lægri.
Endamálið var m.a. at økja um arbeiðsútboðið, framleidni, kappingarførleikan samstundis sum skattainntøkur landsins øktust. Hetta verður gjørt við at bjóða serfrøðingum serliga “attraktiv” skattlig viðurskifti (26% av bruttoinntøkuni), um tey búseta seg og arbeiða í Danmark.
Viðmerkjast skal, at flestu grannalond okkara (t.d. Svøriki, Norra, Danmark, Finnland) hava fyri langari tíð síðani sæð týdningin av at hava eggjandi serskattaskipanir fyri serfrøðingar.
Sama kann sigast um t.d. ein íverksetari, sum byrjar uppá egið virki. Tá eru sambært kanningum umleið 75% sannlíkindi fyri, at tað kemur at ganga illa, og ein sjálvur kemur at missa uppá tað.  Tí má tað sjálvsagt hinvegin eisini verða ein greið gularót fyri ein sjálvan, tá tað gongur gott. Hesum viðvíkjandi eru Føroyar eisini á heilt skeivari leið. Um tað gongur væl fyri ein íverksetara, skal næstan alt rindast til landskassan í form av lønarskattum, mvg og avgjøldum, meðan tað í øðrum londum, eitt nú Sveis, sum hava valt at “premiera” slíkum er tað nærri 20%.  Hetta hóast vælferðar modellið í Sveis ikki verður niðurraðfest, m.a. tí at tær flestu vælferðar tænasturnar eru útveittar til tað privata at reka í kapping við hvørt annað. Eisini kemst hetta í stóran mun av, at kommunurnar fáa meginpartin av persónsskattinum (og ikki landi), og tað gerst tískil ein kapping millum kommunurnar um at veita tí bestu tænastuna fyri tann lægsta skattin.
Landsstýrið hevur tey seinastu árini sovið í tímanum, og vónar KT Felagið, at landsstýrið tekur hesi álvarsmál upp til viðgerð í næstum.
KT Felagið
Petur Mittún, formaður & Fróði Magnussen, næstformaður

Annað á breddanum

  1. Gleðilig jól og gott nýggjár

    Við tøkk fyri tað brátt farna árið, ynskir Føroya Arbeiðsgevarafelag øllum sínum limum og samstarvsfeløgum eini gleðilig jól og eitt gott nýggjár

    16. Desember. 2024 | Almenn tíðindi
    Jól
  2. Lærupláss: Ein spennandi og møguleikarík leið

    Í farnu viku skipaði Føroya Handverksmeistarafelag fyri einum afturvendandi kunnandi tiltaki fyri næmingum á NámX. Tiltakið, ið hevur til endamáls at vísa á týdningin av læruplássi sum næsta stig í yrkisleiðini, savnaði uml. 100 næmingar, ið fingu eitt spennandi innlit í, hvat krevst fyri at sleppa í læru.

    16. Desember. 2024
    20241211 102219
  3. Lógaruppskotið um Suðuroyartunnil ikki nóg búgvið at leggja fyri Løgtingið enn

    Føroya Arbeiðsgevarafelag fegnast um, at politiska skipanin hevur tikið stig til at fyrireika eina langtíðarloysn fyri flutning til og úr Suðuroy. Lógaruppskotið er tó ikki nóg búgvið at leggja fyri Løgtingið enn

    16. Desember. 2024 | Almenn tíðindi
    Depositphotos 11083879 L