Í sambandi við at ALS-gjaldið 1. januar 2024 lækkaði úr 1% niður í 0,8%, skal arbeiðsgevari broyta umrokningina av eftirlønargjaldinum til arbeiðstakarar, sum eru frítiknir fyri at rinda eftirløn til føroyska eftirlønarskipan.
Útlendingar kunnu søkja um at vera frítiknir fyri at rinda eftirløn til eina føroyska eftirlønarskipan. Harafturat ber sambært eftirlønarlógini ikki til at flyta eftirløn til tey, sum eru farin um fólkapensiónsaldur. Eftirlønargjaldið til hesar starvsbólkar skal ístaðin gjaldast sum vanlig løn.
Í sambandi við at ALS-gjaldið 1. januar 2024 lækkaði til 0,8%, skal arbeiðsgevari broyta umrokningina av eftirlønargjaldinum samsvarandi lækkingini av ALS-gjaldinum.
Á heimasíðu okkara ber til at lesa meira um, hvussu arbeiðsgevari skal umrokna eftirlønina til løn. Sí dømi her.
Limir í Føroya Arbeiðsgevarafelag kunnu seta seg í samband við okkum fyri at fáa ráðgeving um setanarviðurskifti. Eisini hava limir atgongd til nógv tilfar um setanarviðurskifti á heimasíðu okkara.