Broytingar í fjarskiftislógini eiga ikki at fremjast

04. apríl. 2014 | Áskoðan

Føroya Arbeiðsgevarafelag mælir løgtinginum frá at áleggja fjarskiftisveitarum eyka kostnaðir fyri avlurtingarútgerð, ið løgreglan ynskir. Um myndugleikarnir ynskja betri avlurtingarútgerð, eiga teir at bera tann kostnaðin.

Føroya Arbeiðsgevarafelag undrast á, at í síðstu viku kom ein ávaring frá landstýrismanninum í vinnumálum til fjarskiftisveitarar um, at lækkar kostnaðurin á tænastum teirra ikki, er neyðugt við ítøkiligum inntrivum í tænastupartin.  Samstundis er eitt uppskot frá Vinnumálaráðnum til viðgerðar um broyting í fjarskiftislógini, ið áleggur fjarskiftisveitarum fleirtals milliónir í íløgum og rakstrarkostnaði til avlurtingarútgerð. Uppskotið og ávaringin standa í greiðari andsøgn við hvørt annað.

Høga kostnaðarstøðið í Føroyum hevur eisini verið á lofti í løgtinginum í seinastuni, og tað skortar ikki við ávaringum um politisk inntriv. Hinvegin verður ikki himprast við at áleggja fjarskiftisveitarum kostnaðarmikil krøv um at ogna sær skipanir til avlurting, ið hvørki kundar ella fjarskiftisveitarar fáa beinleiðis ágóða av. Veitarar av fjarskifti hava tá ongan annan møguleika enn at lata kostnaðin víðari til kundan, og tí er sannlíkt, at tað fer at merkjast á prísinum.

Løgreglan hevur ynskt betri møguleikar at avlurta, og hetta hevur Føroya Arbeiðsgevarafelag onga almenna hugsan um. Vit loyva okkum tó at ivast í, um grundgevingin um betri trygd veruliga er haldgóð, tí avlurting av internettelefoni er ikki møgulig við ætlaðu broytingunum. Tí er ógvuliga ivasamt, um broytingin í fjarskiftislógini og tvungnu íløgurnar tæna endamálinum nóg væl.

Spurnartekin kann tí setast við, um hendan lógarbroyting yvirhøvur skal fremjast. Kostnaðurin eigur tó undir ongum umstøðum at áleggjast fjarskiftisveitarunum og kundum teirra, men heldur eigur løgreglan sjálv at taka ábyrgd fyri bæði íløgu og rakstri.

Annað á breddanum

  1. Frídagar um páskirnar

    Skírisdagur, langi fríggjadagur og 2. páskadagur eru heilir frídagar

    14. Apríl. 2025
    3 (3)
  2. Magnus Magnussen heldur fram sum formaður

    Nevndin í Føroya Handverksmeistarafelag hevur skipað seg

    14. Apríl. 2025 | Handverk og ídnaður
    Billede1 (3)
  3. Semja gjørd við Flogskiparafelag Føroya

    Føroya Arbeiðsgevarafelag og felagið fyri flogskiparar hava gjørt nýggjan tvey ára sáttmála

    14. Apríl. 2025 | Arbeiðsmarknaður
    Flogskiparafelag Føroya