Broytingar í Lønarportalinum

15. apríl. 2013 | Tíðindi | Almenn tíðindi

Peningastovnarnir hava í samráð við TAKS framt broytingar í Lønarportalinum, sum merkja, at løn og eftirløn frameftir verða fluttar samstundis. Hetta er lutvíst liður í fyrireikingunum til pensjónsnýskipanina, sum ætlandi kemur í gildi 1. januar 2014.

Í høvuðsheitum merkja broytingarnar,  at lønar- og eftirlønarflytingar skulu avgreiðast samstundis. Harafturat verður møguligt at skriva viðmerking á flytingina. Tí eru nýggir teigar gjørdir í Lønarportalinum.

Fyri tey, sum innlesa lønarútgjaldsfílu í Lønarportalin, merkir hetta, at fílan skal hava eitt nýtt format. Hesa tillaging ber til at gera í samstarvi við KT-veitaran.

Hóast broytingarnar í Lønarportalinum verða framdar 15. apríl, fer framvegis at bera til at innlesa lønir eftir gomlu mannagongdini í eini skiftistíð fram til 1. desember. Seinni í ár verður hesin møguleiki tó ikki. Tí eiga arbeiðsgevarar at taka stig til neyðugu tillagingarnar í góðari tíð.

Sí vegleiðing til nýggju mannagongdina her: ElektronPortalurin og Lønarportalurin.

Eru spurningar hesum viðvíkjandi, ber til at seta seg í samband við Elektron á tlf. 345200 ella í telduposti á sd@elektron.fo

Annað á breddanum

  1. Frídagar um páskirnar

    Skírisdagur, langi fríggjadagur og 2. páskadagur eru heilir frídagar

    14. Apríl. 2025
    3 (3)
  2. Magnus Magnussen heldur fram sum formaður

    Nevndin í Føroya Handverksmeistarafelag hevur skipað seg

    14. Apríl. 2025 | Handverk og ídnaður
    Billede1 (3)
  3. Semja gjørd við Flogskiparafelag Føroya

    Føroya Arbeiðsgevarafelag og felagið fyri flogskiparar hava gjørt nýggjan tvey ára sáttmála

    14. Apríl. 2025 | Arbeiðsmarknaður
    Flogskiparafelag Føroya