Broytingar í sambandi við avgreiðslu av eftirlønum

02. januar. 2012 | Tíðindi | Arbeiðsmarknaður

Kunning frá TAKS, peningastovnum og eftirlønarfeløgum um avgreiðslu av eftirløn eftir 1. januar 2012.

TAKS
Í sambandi við at Løgtingið hevur broytt lógina um eftirløn ella sokallaðu rentutryggingarlógina, verður eftirløn frá 1. januar 2012 skattað við inngjald.
Á heimasíðuni hjá TAKS www.taks.fo er kunning um, hvussu arbeiðsgevarar skulu fyrihalda seg í sambandi við broytingarnar í lóggávuni.
Peningastovnar og eftirlønarfeløg
Peningastovnarnir og eftirlønarfeløgini hava í sambandi við broytingarnar í rentutryggingarlógini kunnað um, at tey ikki eru før fyri at taka ímóti eftirlønarinngjøldum fyrr enn 23. januar 2012.
Hetta merkir, at arbeiðsgevarar mugu afturhalda eftirlønarútgjøldini til eftir 23. januar 2012. Les tíðindaskrivið her.

Annað á breddanum

  1. Frídagar um páskirnar

    Skírisdagur, langi fríggjadagur og 2. páskadagur eru heilir frídagar

    14. Apríl. 2025
    3 (3)
  2. Magnus Magnussen heldur fram sum formaður

    Nevndin í Føroya Handverksmeistarafelag hevur skipað seg

    14. Apríl. 2025 | Handverk og ídnaður
    Billede1 (3)
  3. Semja gjørd við Flogskiparafelag Føroya

    Føroya Arbeiðsgevarafelag og felagið fyri flogskiparar hava gjørt nýggjan tvey ára sáttmála

    14. Apríl. 2025 | Arbeiðsmarknaður
    Flogskiparafelag Føroya