Brúka títt netverk og fá arbeiði

08. mars. 2010 | Tíðindi | Arbeiðsmarknaður

60 prosent av løntakarunum, ið hava fingið arbeiðið teir síðstu 12 mánaðarnar, hava funnið sær arbeiði við at brúka sítt netverk.

Herav funnu 29 prosent av teimum arbeiði gjøgnum onkran tey kenna, 18 prosent settu seg sjálvi í samband við virkið og gott 13 prosent vórðu kontaktaði av virkinum sjálvum.
Hetta vísa tøl, sum Danmarks Statistik hevur almannakunngjørt við støði í eini kanning av arbeiðsmegini.
8 prosent av løntakarunum, ið hava funnið sær arbeiði teir síðstu 12 mánaðarnar, hava fingið arbeiði umvegis arbeiðssentur.
” Tá ein vil hava eitt nýtt arbeiði, skal ein sjálvur leita sær tað. At brúka sítt netverk er tann týdningarmiklasti mátin at finna sær eitt arbeiði, men ein skal eisini søknast eftir arbeiðslýsingum. Arbeiðssentrini hava í høvuðsheitum ein avmarkaðan leiklut, tá virkini leita sær arbeiðsmegi, men hava tó stóran leiklut við at stuðla uppundir, at arbeiðsleys finna arbeiði. Arbeiðssentur skulu hava størri fokus á, at arbeiðsleys sjálvi leita sær arbeiði, soleiðis at tey eisini læra at brúka teir háttirnir, ið virka best,” sigur Thomas Q. Christensen, chefkonsulent hjá DI.
Kelda: DI.dk

Annað á breddanum

  1. Frídagar um páskirnar

    Skírisdagur, langi fríggjadagur og 2. páskadagur eru heilir frídagar

    14. Apríl. 2025
    3 (3)
  2. Magnus Magnussen heldur fram sum formaður

    Nevndin í Føroya Handverksmeistarafelag hevur skipað seg

    14. Apríl. 2025 | Handverk og ídnaður
    Billede1 (3)
  3. Semja gjørd við Flogskiparafelag Føroya

    Føroya Arbeiðsgevarafelag og felagið fyri flogskiparar hava gjørt nýggjan tvey ára sáttmála

    14. Apríl. 2025 | Arbeiðsmarknaður
    Flogskiparafelag Føroya