Føroyski brúkarin fær gagn av, at brúkaraprístalið nú í fleiri ár á rað er lækkað. Síðan 2012 er prístalið lækka við 5 og er nú á sama støði, sum tað var í 2010.
Síðan 2012 er brúkaraprístalið lækkað frá 121,4 til 116,4 ella við tilsamans 5 stigum. Lækkingin frá 2014 til 2015 er tó tann størsta árliga lækkingin við 1,7. Serliga er tað bústaðurin, sum er vorðin bíligari, og sera lági oljuprísurin hevur eisini sína stóru ávirkan.
Eisini klæðir eru vorðin bíligari seinasta árið. Sama ger seg galdandi fyri ferðaseðlar, vørur og tænastur annars. Somuleiðis er prísurin á matvørum kvinkaður niðureftir.
Samanumtikið so er brúkaraprístalið lækkað 5 stig ella 4,12 % seinastu trý árini og er nú á sama støði sum brúkaraprístalið var í 2010. Hetta er sera gott fyri føroyska brúkarin, sum tí fær munandi meira fyri hvørja lønarkrónu.