Búmerkjakapping til føroyskt/íslendskt handilskamar

25. oktober. 2012 | Tíðindi | Almenn tíðindi

10. november verður Føroyskt/Íslendsk handilskamar stovnað í Føroyum.

Í hesum sambandi verður bjóðað til búmerkjakapping. Uppskot skulu verða okkum í hendi seinasta lagi 5. november 2012, og skal sendast í telduposti til kristin@chamber.is
Vinnarin fær eitt gávukort, ið er ein flogferðaseðil millum Føroyar og Ísland og heimaftur (skattur og avgjøld er ikki íroknað), eitt íslendskt lambstjógv ella eitt turt tjógv.
Leiðslan í Føroyska-Íslendska handilskamarinum boðar frá, hvør hevur vunnið kappingina fyrst í november mánað.
Uppskotini skulu sendast inn í myndaformati (png ella jpg) og vektorformati (feks. EPS= í tveimum støddum. Á einari síðu stórt format 1000 x 1000 px í lítlum formati 150 x 150 px.) Eftir kappingina verður búmerkið ogn hjá Føroyska –Íslendska handilskamarinum, og vil verða brúkt á heimasíðuni, á brævpappíri og marknaðarføringstilfari frá handilskamarinum.
Kappingin er opin fyri øll.
·         Vinnandi uppskotið skal vera orginalt í  sniðinum.
·          Uppskotið skal vísa, at talan er um tvílanda samstarv millum Føroyar og Ísland
·          Uppskotið  skal bera teir litir, ið fløggini hava: blátt, reytt og hvítt.
Til samanberingar ber til at hyggja eftir búmerkjum á heimasíðuni hjá Íslendska Viðskiftaráðnum http://www.vi.is/althjodasvid.
Um føroyskt íslendskt handilskamar
·         Ein bólkur av fyritøkum, feløgum og einstaklingum, sum luttaka í samhandlinum millum Føroyar og Ísland
·         Hevur til endamáls at fremja samhandilin millum Føroyar og Ísland í mun til vørur og tænastur, flutning og íløgur
·         Er eitt sosialt netverk  fyri samskifti millum fyritøkur, feløg og einstaklingar og er eitt forum fyri samskifti við almennu myndugleikarnar
·         Er eitt amboð til samskifti millum londini
·         Verða við til flyting av vitan í spurningum, sum viðvíkja handlissamstarvinum millum Føroyar og Ísland bæði nú og í framtíðini
·         Verða viðkomandi til at lætta um og styrkja um netverk og vinnulívið í londunum
·         Halda fundir, verkstovur og ráðstevnur og hjálpa til, tá almennar og vinnuligar vitjanir eru

Stuðlað búmerkjakappingini hava Atlantic Airways og Faroe Ship

                           

Annað á breddanum

  1. Frídagar um páskirnar

    Skírisdagur, langi fríggjadagur og 2. páskadagur eru heilir frídagar

    14. Apríl. 2025
    3 (3)
  2. Magnus Magnussen heldur fram sum formaður

    Nevndin í Føroya Handverksmeistarafelag hevur skipað seg

    14. Apríl. 2025 | Handverk og ídnaður
    Billede1 (3)
  3. Semja gjørd við Flogskiparafelag Føroya

    Føroya Arbeiðsgevarafelag og felagið fyri flogskiparar hava gjørt nýggjan tvey ára sáttmála

    14. Apríl. 2025 | Arbeiðsmarknaður
    Flogskiparafelag Føroya