Burðardygg framtíð

23. juni. 2008 | Tíðindi | Almenn tíðindi

Í sambandi við, at tað í ár eru liðin 40 ár síðan Det Norske Veritas lat upp skrivstovu í Føroyum, verður skipað fyri áhugaverdum fyrilestrum í Norðurlandahúsinum hósdagin 21. august.

DNV Tórshavn er ivaleyst fyrst og fremst kent fyri klassing av skipum, men seinastu árini hevur verið arbeitt meir og meir við góðkenningum av ymiskum leiðsluskipanum innan m.a. góðsku, umhvørvi og trygd, harundir matvørutrygd. Harumframt verður veitt frálandavinnuni serkøn hjálp og góðkenning.
Tiltakið í Norðurlandahúsinum tann 21. august fevnir um 2 fyrilestrar og endar við einari móttøku. Fyrilestrahaldarar verða Henrik O. Madsen, ovasti leiðari í samtakinum og Thomas H. Tronstad, granskingarleiðari á deildini DNV Research and Innovation.
Henrik O. Madsen fer at umrøða skipavinnuna í hesum broytingartíðum og fer m.a. at koma inn á eina burðardygga framtíð, orkukeldur og CO2-útlát.
Thomas H. Tronstad fer at tosa um alternativar framdriftsloysnir í skipavinnuni og fer eisini at koma við dømum um aktuellar verkætlanir. Í hesum sambandi kann nevnast, at alt yvirskot í DNV-samtakinum fer til gransking og nýhugsan innan t.d. umhvørvi og eina burðardygga framtíð.
Tiltakið í Norðurlandahúsinum er ókeypis, og øll áhugað eru vælkomin at tekna seg á torshavn@dnv.com ella á tlf. 35 37 50 innan 14. august.

Annað á breddanum

  1. Skilagott at stilla pensjónsaldurin

    Tað er neyðugt at stilla pensjónsaldurin í royndini at tryggja búskaparliga haldførið, men skipanin má ikki gloyma menniskjuni.

    31. Mars. 2025
    Pensjónsaldur
  2. Samskifti hevur aðalfund

    Hósdagin 3. apríl kl. 12:00 verður aðalfundur í felagnum

    31. Mars. 2025 | KT- og samskifti
    479956199 1170827671233774 7353576297619675991 N (1)
  3. Tollur tyngir útflutningsvinnuna

    Tollur er ikki bara eitt prosenttal. Hann er beinleiðis orsøk til, at føroyskar fyritøkur tapa milliónir og stríðast við ójavna kapping

    26. Mars. 2025
    Depositphotos 127678960 XL