Búskaparvøkstur í Evropa

16. november. 2009 | Tíðindi | Almenn tíðindi

Nýggj tøl frá Eurostat vísa, at samanborið við annan ársfjórðing, høvdu londini, sum nýta evruna sum gjaldoyra, ein búskaparvøkstur á 0,4 prosent í triðja ársfjórðingi. Í øðrum ársfjórðingi minkaði búskapurin í hesum londunum við 0,2 prosentum.

Tað er serliga týska ídnaðarframleiðslan, ið er við til at venda hesari gongdini. Í triðja ársfjórðingi var vøksturin í týska búskapinum 0,7 prosent og komst hetta í stóran mun av einari fittari øking í útflutninginum til Asia.
Í Danmark verður henda nýggja hagtalsuppgerðin væl móttikin og roknað verður við, at henda gongdin eisini fær jaliga ávirkan á danska búskapin. Hildið verður, at danskar útflutningsfyritøkur aftur kunnu gleða seg til ljósari tíðir, hóast sjálvandi einki kortini er sum fyrr.
Hjá Nordea vísa tey tó á, at tað kann gerast ein trupulleiki, at danska prískappingarevnið er versnað hesi seinnu árini, og at hetta kann gera tað torført at vinna tekkið hjá útlendsku innkeypsstjórunum.
Grundað á væntaða øking í útflutninginum, og at steðgað verður við at minka goymslurnar, væntar Danske Bank, at búskaparvøksturin í evrulondunum fer at halda fram komandi ársfjórðingarnar. Hesi viðurskifti megna tó bert at stuðla undir búskaparvøksturin í avmarkaða tíð. Síðani er neyðugt, at arbeiðsloysið steðgar at vaksa, so ferð aftur kann koma á privatnýtsluna.
Danske Bank væntar, at arbeiðsloysið í evrulondunum ikki hækkar meira í byrjanini av komandi ári.
Hóast kanska bara umleið 20 prosent av føroyska útflutninginum er til lond í evruøkinum, kunnu vit tó vóna, at væntaða gongdin eisini kemur at hava jalig ávirkan á føroyska búskapin. Í hesum sambandi er tó sjálvandi eisini neyðugt, at føroyska kappingarevnið er í lagi. Bæði hvat prísi, arbeiðsmegi og øðrum viðvíkur.
Kelda: RB-børsen/epn.dk

Annað á breddanum

  1. Frídagar um páskirnar

    Skírisdagur, langi fríggjadagur og 2. páskadagur eru heilir frídagar

    14. Apríl. 2025
    3 (3)
  2. Magnus Magnussen heldur fram sum formaður

    Nevndin í Føroya Handverksmeistarafelag hevur skipað seg

    14. Apríl. 2025 | Handverk og ídnaður
    Billede1 (3)
  3. Semja gjørd við Flogskiparafelag Føroya

    Føroya Arbeiðsgevarafelag og felagið fyri flogskiparar hava gjørt nýggjan tvey ára sáttmála

    14. Apríl. 2025 | Arbeiðsmarknaður
    Flogskiparafelag Føroya