Vandi er fyri, at føroyski bústaðamarknaðurin avlagast, um ávísar broytingar í rentustuðulslóggávuni og uppskotið til fíggjarlóg fyri komandi ár verða samtykt
- Felagið Peningastovnar leggur upp til ein konstruktivan dialog við Landsstýrið og Fíggjarnevnd Løgtingsins um nøkur av uppskotunum í Ólavsøkupakkanum og uppskotið til fíggjarlóg fyri 2010.
Tað sigur Janus Petersen, formaður í Felagnum Peningastovnar. Ein slíkur dialogur kann røkka tveimum málum: At stilla borgarar líka fyri lógini og at spara tí almenna útreiðslur til rentustuðul.
- Vandi er fyri, at tiltøkini hjá Landsstýrinum avlaga bústaðamarknaðin og stilla borgarar ymiskt, hóast teir sum bústaðareigarar grundleggjandi eru í somu støðu. Prinsipielt er tað óheppið men eisini váði í eini tíð, har bústaðahandilin er uppsteðgaður. Harumframt er møguligt – um rætt verður atborið – at tryggja, at landskassin frameftir sparir útreiðslur til rentustuðul, sigur Janus Petersen.
Hann harmast um, at felagið ikki hevur fingið umrøddu uppskot til hoyringar, áðrenn tey vóru løgd fram men vónar, at Landsstýrið og Fíggjarnevndin eru sinnað at fara í ein skilagóðan dialog við felagið, nú viðgerðin av Ólavsøkupakkanum og fíggjarlógaruppskotinum byrjar.
Yvirskipað hevur Felagið Peningastovnar hesi sjónarmið:
· Tað er óheppið at Landsstýrið leggur forðingar í vegin fyri upptøku og umlegging av lánum, eitt nú til realkredittfígging, tí hetta fíggingarslag kann vera við til at tryggja, at landskassin frameftir hevur lægri útreiðslur til rentustuðul
· Tað er óheppið, at ætlaða hámarkið fyri rentustuðuli er so mikið lágt, at flest øll fara at renna seg í tað, umframt at tað er tengt at rentuni. Skal eitt hámark vera, so eigur tað heldur at verða tengt at lánsupphæddini, so borgarar í somu støðu verða viðgjørdir eins
· Tað er púra øvugt, at Landsstýrið fer frá bert at geva sethúsaeigarum fyrimun til frameftir bert at veita lutaíbúðareigarum fyrimun, tí hesir onki hámark fáa fyri rentustuðuli
· Orðingin um provisjónir og líknandi gjøld er sera opin og tískil ópræcis og kann geva ivamál um hvat er fevnt av lógini.
Vinarlig heilsan
Felagið Peningastovnar
Annað á breddanum
Gleðilig jól og gott nýggjár
Við tøkk fyri tað brátt farna árið, ynskir Føroya Arbeiðsgevarafelag øllum sínum limum og samstarvsfeløgum eini gleðilig jól og eitt gott nýggjár
16. Desember. 2024 | Almenn tíðindiLærupláss: Ein spennandi og møguleikarík leið
Í farnu viku skipaði Føroya Handverksmeistarafelag fyri einum afturvendandi kunnandi tiltaki fyri næmingum á NámX. Tiltakið, ið hevur til endamáls at vísa á týdningin av læruplássi sum næsta stig í yrkisleiðini, savnaði uml. 100 næmingar, ið fingu eitt spennandi innlit í, hvat krevst fyri at sleppa í læru.
16. Desember. 2024Lógaruppskotið um Suðuroyartunnil ikki nóg búgvið at leggja fyri Løgtingið enn
Føroya Arbeiðsgevarafelag fegnast um, at politiska skipanin hevur tikið stig til at fyrireika eina langtíðarloysn fyri flutning til og úr Suðuroy. Lógaruppskotið er tó ikki nóg búgvið at leggja fyri Løgtingið enn
16. Desember. 2024 | Almenn tíðindi