Byggiboom í Týsklandi

02. apríl. 2012 | Tíðindi | Handverk og ídnaður

Meðan virksemið í byggivinnuni í Føroyum og Norðurlondum sum heild er ógvuliga avmarkað, gongur betur í Týsklandi.

Í Týsklandi hevur tørvurin á byggiíløgum verið stórur, eftir at ein broyting í avgjaldslógunum í 2006 minkaði byggivirksemið við uml. 20% í einum. Síðani er byggivirksemið minkað uppaftur meira undir fíggjar- og búskaparkreppuni.
Nú er gongdin tó vend. Talið á byggiloyvum vaks við 20% í 2011 í mun til árið fyri, og vøksturin í desember var heili 42 %. Til samanberingar var vøksturin í lønargjaldinum innan føroysku byggivinnuna bert 0,8% í 2011 í mun til 2010. Viðurkendi týski Ifo-stovnurin metir í einari nýggjari greining, at byggivirksemið í Týsklandi fer at vaksa við 70 % fram til 2021.
Stóri vøksturin í Týsklandi komandi árini kann eisini ávirka eftirspurningin eftir byggitilfari og starvsfólki við serligum førleikum innan bygging.
Kelda: business.dk

Annað á breddanum

  1. Frídagar um páskirnar

    Skírisdagur, langi fríggjadagur og 2. páskadagur eru heilir frídagar

    14. Apríl. 2025
    3 (3)
  2. Magnus Magnussen heldur fram sum formaður

    Nevndin í Føroya Handverksmeistarafelag hevur skipað seg

    14. Apríl. 2025 | Handverk og ídnaður
    Billede1 (3)
  3. Semja gjørd við Flogskiparafelag Føroya

    Føroya Arbeiðsgevarafelag og felagið fyri flogskiparar hava gjørt nýggjan tvey ára sáttmála

    14. Apríl. 2025 | Arbeiðsmarknaður
    Flogskiparafelag Føroya