Billede3 (1)

CO2-roknarin fyri 2024 er nú tøkur

17. februar. 2025 | Tíðindi | Burðardygd

Endamálið við CO2-roknaranum er at hjálpa fyritøkum, stovnum og øðrum við at rokna útlát av CO2 og øðrum vakstrarhúsgassi

At fyritøkur rokna egið útlát av vakstrarhúsgassi er vorðið alt vanligari. CO2-roknarin, sum nú er tøkur fyri 2024, ger tað lættari hjá fyritøkum og øðrum at náa hesum endamáli. Hann gevur nágreiniliga mynd av útlátinum og kann eggja fyritøkum at seta átøk í verk.

Í Føroyum eigur vinnan stóran part av orkunýtsluni, og tí er CO2-roknarin hent amboð hjá vinnuni at brúka. Fyri tað fyrsta, tí tað hevur týdning at kenna egið útlát, og fyri tað næsta, tí tað verða alsamt strangari krøv sett til útlát og burðardygd.

Burðardygd er tí ikki bara ein umhvørvislig avbjóðing, men eisini fortreyt fyri kappingarførið hjá alsamt fleiri fyritøkum. Strangari krøv og herd lóggáva merkja, at tað er neyðugt at prógva, at virksemið er burðardygt mótvegis bæði kundum, íleggjarum, samstarvsfelagum og myndugleikum.

CO2-roknarin, sum kom út á fyrsta sinni í 2022, kann takast niður á heimasíðuni hjá Umhvørvisstovuni her.

Samstarv ger burðardygd lættari
At arbeiða við burðardygd kann tykjast krevjandi, og ofta hava fyritøkur somu avbjóðingar á hesum øki. Tí kann tað vera stórur fyrimunur at netverka um burðardygd, har fyritøkur samstarva, deila vitan og læra frá hvørjum øðrum.

Tað er júst tað, sum endamálið er við netverkinum Varandi Vinna, sum Vinnuhúsið hevur sett á stovn. Longu nú eru 30 fyritøkur við í netverkinum, og pláss er fyri fleiri. Netverkið er opið fyri øllum fyritøkum, sum annaðhvørt eru limir í Føroya Arbeiðsgevarafelag ella limir í øðrum arbeiðsgevarafelagi.

Annað á breddanum

  1. Skilagott at stilla pensjónsaldurin

    Tað er neyðugt at stilla pensjónsaldurin í royndini at tryggja búskaparliga haldførið, men skipanin má ikki gloyma menniskjuni.

    31. Mars. 2025
    Pensjónsaldur
  2. Samskifti hevur aðalfund

    Hósdagin 3. apríl kl. 12:00 verður aðalfundur í felagnum

    31. Mars. 2025 | KT- og samskifti
    479956199 1170827671233774 7353576297619675991 N (1)
  3. Tollur tyngir útflutningsvinnuna

    Tollur er ikki bara eitt prosenttal. Hann er beinleiðis orsøk til, at føroyskar fyritøkur tapa milliónir og stríðast við ójavna kapping

    26. Mars. 2025
    Depositphotos 127678960 XL