DA: Danmark er vorðið tað landið, har ringast loysir seg at arbeiða

04. februar. 2013 | Tíðindi | Almenn tíðindi

Hetta vísir nýggja arbeiðsmarknaðarkanningin hjá Dansk Arbejdsgiverforening, sum serliga viðger almennar veitingar og kappingarføri í Danmark, Svøríki, Týsklandi, Hollandi og Stóra Bretlandi.

Svøríki, Týskland, Holland og Stóra Bretland hava síðan mitt í 1990unum verið betri til at at skapa størv og vøkstur, og tey eru komin betur gjøgnum kreppuna enn Danmark.

Hetta kemst serliga av, at Svøríki, Týskland, Holland og Stóra Bretland hava gjøgnumført størri nýskipanir millum annað innan skipanir fyri almennar veitingar. Í hesum fýra londunum eru sostatt týðiliga færri, sum fáa almennar veitingar, enn tað eru í Danmark.

Um Danmark hevði lutfalsliga sama tal av fólki, sum fingu almennar veitingar, sum Svøríki, so høvdu 270.000 færri fingið almenna veiting, og árligu útreiðslurnar høvdu verið næstan 50 mia. kr. lægri.

Til ber at lesa alla arbeiðsmarknaðarkanningina hjá DA her.

Kelda: da.dk


Annað á breddanum

  1. Frídagar um páskirnar

    Skírisdagur, langi fríggjadagur og 2. páskadagur eru heilir frídagar

    14. Apríl. 2025
    3 (3)
  2. Magnus Magnussen heldur fram sum formaður

    Nevndin í Føroya Handverksmeistarafelag hevur skipað seg

    14. Apríl. 2025 | Handverk og ídnaður
    Billede1 (3)
  3. Semja gjørd við Flogskiparafelag Føroya

    Føroya Arbeiðsgevarafelag og felagið fyri flogskiparar hava gjørt nýggjan tvey ára sáttmála

    14. Apríl. 2025 | Arbeiðsmarknaður
    Flogskiparafelag Føroya